Seinnapartin klokkan 15 spælir føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti fyrra dystin í ovara endaspælinum í EM-endaspælinum í Rumenia.
Dysturin verður móti hondbóltsrisanum, Fraklandi. Í morgin klokkan 17.30 spæla Føroyar móti øðrum hondbóltsrisa, nevnliga Týsklandi.
Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist á FM1.
Frakland hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á franskan sigur liggja millum 1,02 og 1,04.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 15,00 og 22,00.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 11,00 og 17,50.
HER eru oddsini:
##med2##












