Eftir tveir teir fyrstu dystirnar hjá U20-landsliðnum í kappingini í Makedonia hava Føroyar tapt ein dyst tepurt og vunnið ein dyst rættiliga greitt.
Mark Lausen-Marcher er høvuðsvenjari hjá U20-landsliðnum, og hann letur væl at higartil.
Serliga nøgdur er hann við at tað í dystinum móti Grikkalandi gekk nógv frægari í avgerandi støðunum enn í fyrsta dystinum móti Litava.
Hetta hevur verið umráðandi og vísir at liðið kann gerast betri frá dysti til dyst, sambært venjaranum.
Næstu tveir dystirnir eru móti Finlandi og Estlandi, og liðið er væl fyrireikað.
-Hesir báðir dystirnir verða øðrvísi, tí hesi liðini spæla meira skipað og minni við kroppsligu styrkini, sigur landsliðsvenjarin.
Í løtuni eru allir møguleikar til staðar fyri at liðið kann taka eitt av fremstu plássunum, ið gevur atgongd til EM-endaspælið, men tað verður sera trupult.
Seinastu dystirnir eru nevnliga móti Hvítarusslandi, Sveis og Ukreina, og hetta eru stórar hondbóltstjóðir.
- Men vit taka hvønn dyst sum eina finalu og vit fara inn til hvønn dyst við trúnni á at tað ber til at vinna, staðfestir Mark Lausen-Marcher at enda
Føroyar spæla móti Finlandi mánadagin 23. juli klokkan 13.00 føroyska tíð.