U21: Dysturin móti Ukraina framskundaður

UEFA hevur framt smávegis broytingar í leikskránni hjá U21-landsliðnum. Fyri Føroyar merkir hetta, at heimadysturin móti Ukraina er framskundaður til 1. juni, skrivar Fótbóltssambandið

Ukrainar fegnast um málið, ið skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum millum Ukraina og Føroyar á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør - Mynd: www.FSF.fo

UEFA hevur framt smávegis broytingar í leikskránni hjá U21-landsliðnum. Fyri Føroyar merkir hetta, at heimadysturin móti Ukraina er framskundaður til 1. juni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í samráð við ukrainska fótbóltssambandið, hevur evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA avgjørt, at útsettu dystirnir hjá Ukraina í verandi EM-undankapping fyri U21-landslið verða spældir í juni mánað.

 

Eftir upprunaligu leikskránni skuldu ukrainar havt spælt tveir dystir í mars mánað. Men orsaka av syrgiligu umstøðunum í landinum í hesum døgum, blivu dystirnir í fyrstu atløgu útsettir, og eina løtu ljóðaði, at teir møguliga ikki blivu spældir.

 

Men nú er avgerð tikin um, at írestandi EM-undankappingardystirnir hjá ukrainska U21-landsliðnum allir verða spældir sum ætlað, og eru settir á skrá í juni mánað.

 

Hetta hevur við sær, at dysturin millum Føroyar og Ukraina, sum skuldi vera hósdagin 2. juni, í staðin verður spældur mikudagin 1. juni klokkan 18:00 á Tórsvølli. Tá Føroyar vitjaðu í Ukraina í oktober mánað í fjør, gjørdist úrslitið 1-0 til heimaliðið.

 

Eina lítla viku seinni er seinasti EM-undankappingardysturin hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum á skránni, tá serbar koma á vitjan. Dysturin millum Føroyar og Serbia verður við Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 7. juni klokkan 16:15.

 

Støðan í bólkinum er tann, at Frakland er fremst við 19 stigum fyri 7 dystir. Ukraina er nummar 2 við 13 stigum eftir 6 dystir, og á 3. og 4. plássi koma Serbia og Føroyar við ávikavist 11 og 9 stigum fyri 8 dystir. Norðurmakedónia hevur 6 stig, og hevur eisini spælt 8 dystir, meðan Armenia er aftast við trimum stigum fyri 7 dystir.

 

Ukrainar fegnast um málið, ið skuldi vísa seg at verða tað einasta í dystinum millum Ukraina og Føroyar á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør - Mynd: www.FSF.fo