U21 HM: Føroyar eru á odda 15-10 í steðginum

Menn sum ikki hava fingið nógva spælitíð higartil hava gjørt tað framúr

Føroyar eru á odda 15-10 í steðginum í bólkafinaluni móti Portugal í millumbólki 2 í U21 HM-endaspælinum í Týsklandi/Grikkalandi.

 

Teir sum ikki hava fingið so nógva spælitíð hava fingið møguleikan, og teir hava tikið av møguleikanum.

 

Annar av venjarunum, Julian J. Johansen segði við KVF í steðginum, at hann var sera væl nøgdur við avrikið.

 

Føroyar hava skorað upp á 60 prosent av málmøguleikunum. Aleksandar Lacok í málinum hevur bjargað 29 prosent av málroyndunum. Portugisar hava eisini skotið væl av málmøguleikum við síðunnar málinum.

 

Málskjúttar: Bogi Hansen 5/6, Bjarni í Selvindi 4/8, Kristoffur Bjørgvin 2/3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2/4, Pauli Høj 1/1, Kristian Jensen 1/2