U21 HM: Føroyar eru á odda 19-13 í steðginum

Føroyar hava verið omaná í fyrra hálvleiki

Mynd: IHF

Tað er hálvleikssteðgur í U21 HM-fjórðingsfinaluni millum Slovenia og Føroyar í Póllandi. Støðan er 19-13 til Føroyar. 

 

Venjararnir hjá Føroyum spáddu í samrøðum við KVF ein javnan og spennandi dyst. Tað var tað eisini fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, men seinastu løtuna drógu Føroyar frá. Aleksandar Lacok í málinum hevur eisini havt átta bjargingar, og hevur gjørt sítt. Verjan hevur eisini staðið framúr væl. 

 

Føroyar hava skorað upp á 19 av 23 málmøguleikum. Slovenia hevur skorað upp á 13 av 22 málmøguleikum. 

 

Vinnarin av hesari fjórðingsfinaluni møtir Portugal í hálvfinaluni. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 5/7, Ísak Vedelsbøl 4/4, Høgni Heinason 3/3, Høgni Højsted 3/4, Sofus í Selvindi Nattestad 2/2, Trúgvi Hávardsson 1/1, Rókur Ziskason 1/1. 

 

Annars er stroymingin, ið kostar átta evrur ein skandala. Tað frystir í heilum, og tað er eitt vónbrot fyri tey mongu, ið hyggja eftir dystinum. 

 

Mynd: IHF