Tá ið føroyska U21-landsliðið 15. august á heimavølli hittir Danmark í EM-undankappingardysti, verður hesin helst spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Nýggi vøllurin fekk í vetur FIFA 2 Star-góðkenning, og nú manglar bara at kringumstøðurnar eisini verða góðkendar av UEFA, áðrenn dysturin endaliga verður fastlagdur har.
Føroyska U21-landsliðið hevur eisini tveir heimadystir í juni-mánaði, og verða teir báðir leiktir á Ovara Vølli í Gundadali. 1. juni vitjar Makedonia, meðan oddaliðið Serbia vitjar fýra dagar seinni.