U21 landsliðsvenjarin ynskir sær venjingardystir

(Rás2) Hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við Eli Hentze, U21 landsliðsvenjara í Reinsarínum ígjár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði beinleiðis á Rás2 á ársins spælara tiltakinum á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, har André prátaði við U21 landsliðsvenjaran, Eli Hentze.

Aftaná 0-3 tap ímóti Litava á útivølli og Danmark á heimavølli ressaðist U21-landsliðið í EM-undankappingini. Fyrst megnaðu teir góðan 1-1 javnleik á útivølli ímóti Finnlandi, og eftir hetta vunnu teir frálíkan 3-1 heimasigur á Georgia. 

Fríggjadagin 10. november tekur U21 landsliðið ímóti Póllandi á Tórsvølli, sum Eli Hentze metir hevur á leið somu styrki sum Danmark.

Eli Hentze vónar, at fíggjarstøðan hjá FSF í framtíðini fer at loyva U21 landsliðnum at spæla venjingardystir. Tað harmar Eli, at teir fyrstu dystirnir í hvørjari undankapping hjá U21 landsliðnum fara til at spæla liðið saman, og ofta vísur tað seg, at liðið stendur seg verri teir fyrstu dystirnar í einari undankapping.