Nógv fólk vóru í Vágsbotni í gjárkvøldið og hugdu eftir dystinu. Myndir: Álvur Haraldsen

U21-landsliðið aftur á stórskíggja í Vágsbotni í kvøld

Føroyar spæla í kvøld hálvfinalu móti Portugal í U21 HM-kappingini í hondbólti.

Nógv fólk vóru í Vágsbotni í gjárkvøldið og hugdu eftir dystinu. Myndir: Álvur Haraldsen

Dysturin byrjar klokkan 20.00 og verður vístur á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Fjórðingsfinalan móti Slovenia í gjárkvøldið varð eisini víst á stórskíggja, og sum sæst á myndunum vóru nógv fólk og hugdu.

 

Føroyar vunnu 35-33 á Slovenia, og vinna U21-menninir aftur í kvøld, møta teir antin Danmark ella Svøríki í finaluni sunnudagin.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Nógv fólk vóru í Vágsbotni í gjárkvøldið og hugdu eftir dystinu. Myndir: Álvur Haraldsen