U21 landsliðið ímóti Týsklandi er úttikið

Onkrar smávegis broytingar eru framdar í føroyska U21-landsliðshópinum, í mun til dystin móti Írlandi, ið varð spældur á Svangaskarði herfyri. Hetta skrivar www.football.fo.


Football.fo greiðir frá, at tríggir leikarar, ið annars hava verið fastir í U21-hópinum seinastu dystirnar, verða ikki við ímóti Týsklandi tann 6. september.

 

Málverjin Kristian Joensen er úttikin til A-landsliðið, og Poul Ingason verður partur av U19-landsliðnum, sum um sama mundi sum U21 spælir móti týskarum, skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir í Makedonia. Triðji leikarin, ið ikki er úttikin hesaferð er Árni Frederiksberg, ið er leikbannaður.

 

Landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, hava samstundis valt at úttaka 20 leikarar til dystin móti Týsklandi. Nýggir í hópinum eru Teitur Matras Getsson, HB, Jóhan Jacobsen og Heðin Klakstein, KÍ, Leivur Joensen, ÍF og Teitur Justinussen, TB.

 

Føroyski hópurin:


Teitur Matras Gestsson, HB
Hallgrím Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ
Pál Mohr Joensen, HB
Beinir Ellefsen, AB
Leivur Joensen, ÍF
Rene Shaki Joensen, Brøndby IF (DK)
Bogi R. Petersen, ÍF
Rógvi Joensen, TB
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Ivan Joensen, KÍ
Jóhan Jacobsen, KÍ
Heðin Klakstein, KÍ
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Teitur W. Justinussen, TB
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli fríggjadagin 6. september, kl. 19:45.

 

(Mynd: Gunnar Johannesen)