U21-landsliðið úttikið

Tveir HB arar eru nýggir í hópinum

Bill Mc.Leod Jacobsen hevur úttikið U21-landsliðshópin til dystirnar ímóti Týsklandi og Eysturríki, sum verða seinni í mánaðinum.

 

24. mars spæla Týskland og Føroyar á Volksbank Stadion í Frankfurt, og fimm dagar seinni skal føroyska liðið spæla á Generali Arena í Wien, har eysturríkar eru vertir.

 

Nýggir í hópinum eru Teit jacobsen og Ari Mohr Olsen. Samstundis er hetta fyrsti dystur hjá Hørði Askham, ið ikki hevur verið tøkur vegna skaða síðani seinasta dystin í 2014, tá Føroyar vunnu 1-0 á Montenegro, við máli sum Ári Mohr Jónsson skoraði.

 

Til dystin móti Týsklandi verður Bill Mc.Leod Jacobsen tó noyddur at síggja burtur frá Benjamin Heinesen, ið er leikbannaður, meðan Sonni Ragnar Nattestad ikki verður við ímóti eysturríkarum, men verður tá ístaðin partur av A-landsliðnum.

 

Í hesum sambandi hevur Bill Mc.Leod Jacobsen, venjari úttikið hesar 20 spælararnar:

Fríði Sigurðsson, B68

Elias Rasmussen, Víkingur

Leivur Joensen, ÍF

Ári Mohr Jónsson, HB

Andrias H. Eriksen, B36

Sonni Ragnar Nattestad, FH Reykjavík (Ísland)

Hørður Askham, B36

Bartal Wardum, HB

Magnus Egilsson, HB

Gestur B. Dam, B36

Jonas Gejel Hansen, FC Helsingør (Danmark)

Hákun Edmundsson, B68

Benjamin Heinesen, B36

Betuel Hansen, Silkeborg IF (Danmark)

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Patrik Johannesen, AB

Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Jákup Thomsen, FC Midtjylland (Danmark)

Ari Mohr Olsen, HB

Teit Jacobsen, HB