U21: Serbia stór avbjóðing

Eftir frálíka innsatsin í Gundadali fríggjakvøldið, tá tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at fáa javnleik 1-1 ímóti Makedonia, stendur enn ein stór avbjóðing fyri framman í kvøld.

 

Klokkan 19 møtast Føroyar og Serbia á ovara vølli í Gundadali í EM-undankappingini, og er hetta ikki minni avbjóðing enn tann, liðið loysti so væl fríggjakvøldið.

 

Tróndur Arge hevur tosað við landsliðsvenjararnar báðar, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, sum ásanna, at dysturin fríggjakvøldið var ein av teimum, ið tók upp á kreftirnar hjá spælarunum.

 

Rás fer at siga frá dystinum. Byrja verður at senda klokkan 18.30.

 

Hoyrið samrøða niðanfyri: