Føroyska U21-landsliðið hevur í dag sett punktum fyri EM 2021 undankappingina. Tað bleiv gjørt við einum 3-2 sigri á Kasakstan. Føroyska liðið var eitt skifti á odda 3-0 við málum frá Stefani Radosavlejvic, Peturi Knudsen og Jonn Johannesen. Sigurin merkir, at vit yvirhála Montenegro á stigatalvuni.
Tað vóru tvey kuldastig, tá serbiski dómarin, Lazar Lukic, bríkslaði U21-landsdystin millum Kasakstan og Føroyar í gongd á Kazhimukan Munaytpasov leikvøllinum í Shymkent. Sjálvur vøllurin sá meiri út sum ein sandvøllur, enn ein grasvøllur, men tað ávirkaði ikki gestirnar úr Føroyum.
U21 landsliðið stóð seg væl frá byrjan, har okkara ungu menn høvdu gott tamarhald á álopspartinum hjá Kasakstan. Eyðkent hevur verið fyri liðið undir Sámal Eriki Hentze, at tað er væl skipað og tað verður arbeitt hart frá fremsta manni og aftur. Tá sást eisini hesaferð.
Kasakstan hevði torført við at koma til málmøguleikar, meðan okkara vóru snidlir, dugnaligir og sinnaðir at bjóða av við bólti. Tí kom føroyska liðið í nakrar góðar álopsstøður. Tað var eftir eina av teimum, at Stefan Radosavlejvic eftir tjúgu minuttir kundi leggja Føroyar á odda 1-0, eftir uppsæl í vinstru.
##med2##
Seinni hálvleikur var bara fimm minuttir gamal, tá liðskiparin á liðnum, Petur Knudsen, økti til 2-0. Tað var dribbling frá Jonn Johannesen, har runavíkingurin tók yvir, tá klaksvíkingurin var um at blíva fangaður. Petur Knudsen bleiv púra leysur og sendi bóltin í málið til 2-0.
Tá 64 minuttir vóru spældir bleiv tað eisini til 3-0 við máli, sum Jonn Johannesen skoraði. Hann rak seg fyrst leysan og royndi seg við skoti, men málverjin bjargaði. Síðani royndi Ari Olsen seg við skoti útifrá. Aftur bjargaði málverjin, men hesa ferð beint fyri føturnar á Jonn Johannesen, sum skoraði til 3-0.
##med3##
Nú sá gott út, men sjálvt um Kasakstan hevði trupult við at koma til stórar málmøguleikar, so fingu teir tvey mál. Bæði hava eitt feril av hepni og mistøkum frá føroyskari síðu. Ramazan Karimov minkaði um munin, tá Rói M. Hentze og Samuel J. Chukwudi rendu saman. Tá var lætt hjá Ramazan Karimov at skora.
##med4##
Løtu seinni fekk Kasakstan eitt avbera bíligt brotsspark, sum Oralkhan Omirtayev umsetti til mál Móti dystarenda komu Ragnar Samuelsen, Hjalti K. Djurhuus, Hanus Sørensen og Arnbjørn Svensson á vøllin. Tað var onkur spent støða, men Jákup B. Andreasen var eisini nær við at økja til 4-2.
##med5##
Við sigrinum hevur Føroyar yvirhálað Montenegro á stigatalvuni. Føroyar hevur níggju stig á fimta plássi, meðan Montenegro endar á sætta plássi við sjey stigum.
Kasakstan – Føroyar 2-3 (0-1)
0-1 Stefan Radosavljevic, 20
0-2 Petur Knudsen, 50
0-3 Jonn Johannesen, 64
1-3 Ramazan Karimov, 65
2-3 Oralkhan Omirtayev, 81
Føroyar (4-4-2): Rói M. Hentze - Ari Olsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen - Pætur Petersen (Ragnar Samuelsen, 80.), Jákup B. Andreasen, Stefan Radosavljevic 8Arnbjørn Svensson, 90+1.), Lukas Giessing (Hanus Sørensen, 85.) - Petur Knudsen, Jonn Johannesen (Hjalti K. Djurhuus, 80.)
Á bonkinum: Jákup N. Olsen, Bárður á Reynatrøð, Bjarki Nielsen, Ólavur Niclasen, Pætur Skipanes
Gul kort: Daniel Johansen, Pætur Petersen, Petur Knudsen
Venjarar: Sámal Erik “Bagge” Hentze, Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen, Rúni Klein Joensen
##med6##
##ms##