Sonni Larsen er bæði stoltur av at verða landsliðsvenjari og spentur til uppgávuna. Føroyska U21 landsliðið skal í morgin spæla fyrsta dystin í HM endaspælinum fyri U21 landslið. Kappingin er í Algeria.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg eri ótrúliga glaður og stoltur av at vera føroyskur landsliðsvenjari. Tað hevur verið arbeitt hart fyri at koma hertil, og eg eri fegin um at fáa møguleikan at føra tað víðari, sigur Sonni Larsen.
Les eisini: (Ingi Olsen) Mundu ikki fingið passini aftur
Hann hevur verið venjari hjá H71 hetta kappingarárið, og heldur at føroyskur hondbóltur er á veg fram. Hann hevur millum annað fyrr hildið fyri, at hondbóltur í Føroyum skal verða ein heilársítróttur.
- Eg haldi ikki vit hava sæð toppin av føroyskum hondbólti enn, heldur ikki á U21 landsliðnum. Ferðin at broyta føroyskan hondbólt er bara byrjað, sigur Sonni Larsen.
Hoyr her samrøðu við føroyska U21 landsliðsvenjaran. Søguligi HM dysturin móti Kili verður í morgin klokkan 14. Rás2 sigur frá dystinum.