U21 takkaði fyri seg við sigri

Her ber til at síggja sigursmálið á Svangaskarði í gjár

Í gjár spældu flestu av U21 landsliðspælarunum fyri seinastu ferð á U21 landsliðnum, tá okkara vunnu 1-0 á Montenegro. Undankappignin til EM 2015 í Kekkia er av og eitt ættarlið av U21 spælarum vinkar nú farvæl til U21 landsliðsfótbólt.

 

Til ber at síggja málið hjá Ára Mohr Jónsson við at trýsta á pílin á myndini

 

Føroyska liðið fekk samanlagt fýra stig í bólki 6. Tað fyrsta stigið kom til høldar, tá Føroyar í fyrsta dystinum í undankappingini spældi 2-2 móti Rumenia á Svangaskarði. Síðani gekk drúgv tíð til vit í seinasta dystinum – í gjár móti Montenegro – aftur fingu stig. Hesa ferð trý stig, eftir 1-0 sigur.

 

Minniligasti dysturin mundi tó verða dysturin í Týsklandi, tá Føroyar taptu 3-2, eftir at hava verið á odda 2-1 stutt fyri tíð. Tað eru fyrr komin fleiri stig á talvuna, men aftur hesa ferð prógvaði U21 landsliðið, at teir kunnu spæla við móti sjálvt teimum størstu í altjóða fótbólti.

 

-       Ger so væl, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, her hava tit fjórða ættarliðið av U21 spælarum klárt til A-landsliðið, segði Bill M. Jacobsen, errin við Rás2, eftir sigurin í gjár.

 

Bill stendur saman við Heðini Askham á odda fyri føroyska U21 landsliðnum, sum hesa ferð var í bólki við Týsklandi, Montenegro, Rumenia og Írlandi. Føroyar endaðu aftast við fýra stigum. Týskland er víðari til endaspælið sum vinnari av bólki 6.