U21: Vunnu seinna hálvleik

Men Norra var eitt ov sterkt mótstøðulið og vann tryggan sigur á seks mál

Føroyska U21-landsliðið, sum øll tjóðin savnast um í hesum døgum, hevur júst spælt sín triðja bólkaspælsdyst í HM-endaspælinum í Algeria ímóti Norra. Fyrstu tveir dystirnar vunnu føroysku knassarnir ímóti ávíkavist Kili og Suðurkorea, men í kvøld gjørdist ein av okkara grannatjóðum ein ov stórur biti fyri føroysku dreingirnar. Norra vann dystin 29-23 eftir hálvleiksstøðuna 15-8.

Fyrsta korterið var tað tó ikki til at síggja, at føroyingarnir spældu ímóti einum av heimsins sterkastu hondbóltstjóðum. Eftir eitt korter var støðan nevniliga 4-4. Føroyingarnir stóðu væl í verjuni og spældu seg til fleiri stórar møguleikar, men eisini var týðiligt, at tað skuldi meira enn nógv til fyri at fáa bóltin framvið tann framúr góða, norska málverjan.

Men síðsta korterið sást, hvør munur hóast alt er ímillum norðmenn og føroyingar í hondbólti. Norðmenninir vóru sera stórir og kvikir í snarálopunum, og tað hendi seg ov ofta, at føroyingarnir snøgt sagt blivu runnir um koll. Norra setti ferð á og fór til hálvleiks á odda 15-8.

Í seinni hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Føroysku venjararnir, Sonni Larsen og Ingi Olsen, brúktu seinna hálvleik til at lata fleiri av teimum leikarunum, sum ikki hava spælt so nógv í fyrstu dystunum, á vøllin. Okkurt skifti var Norra á odda við níggju málum, men at enda gjørdu føroyingarnir eitt hál og minkaðu munin niður í seks mál. Harvið vunnu føroysku dreingirnir seinna hálvleik 15-14.

Toppskjútti hjá Føroyum var Hilmar Leon Jakobsen, ið skoraði sjey mál - nøkur av málunum hjá hoyvíkinginum vóru framúr góð.

Tað mest keðiliga fyri liðið í dag er helst, at vandi er fyri, at strikuspælarin, Pætur Mikkjalsson, hevur spælt sín seinasta dyst í hesum HM-endaspælinum. Hann fór tíðliga út við skaða og kom ongantíð innaftur. Føroyska venjaratoymið óttast, at neistamaðurin hevur brotið ein fingur.

Komandi dystur hjá føroyska U21-landsliðnum er ímóti einum av heimsins hondbóltsrisum, Týsklandi. Hann verður spældur í ovurmorgin.