UEFA og FIFA hava mótstríðandi áhugamál (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Christian Andreasen, FSF-forseta um aðalfundin hjá UEFA

Í gjár hevði evropesiska fótbóltssamgongan aðalfund. Á skránni var millum annað forsetaval og nevndarval. Føroyar og restin av Evropa atkvøddu fyri slovenska Aleksander Ceferin, sum bleiv afturvaldur til forseta.

 

 

51 ára gamli slovenin bleiv forseti í 2016, eftir at navnframi Michel Platini mátti leggja frá sær, eftir óreint spæl. Tað tykist verða rímiliga stór semja um, at Aleksander Ceferin fyribils hevur frið rundan um UEFA.

 

 

Tað var eisini nevndarval, har sjey fólk blivu vald í nevndina hjá UEFA. Teirra millum danski Jesper Møller og kendi málslúkurin úr Kroatia, Davor Suker. Hini eru Sandor Csanyi úr Ungarn, Luis Rubiales úr Spania, Fernando Gomes úr Portugal, Armand Duka úr Albania og Andrii Pavelko úr Ukraina.

 

 

Føroysku umboðini fyri Fótbóltssambandið vóru Christian F. Andreasen, forseti, Virgar Hvidbro, aðalskrivari og Róin Schrøter, varaforseti.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Christian F. Andreasen í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin. Samrøðan snúði seg eisini um FSF-nevndarvalið, ið verður leygardagin 16. februar.

 

 

Í samrøðuni greiddi FSF-forsetin eisini frá, at tað eru mótstríðandi áhugamál millum UEFA og FIFA. FIFA ætlar at hava sínar egnu kappingar fyri felagslið, og tað leggur stórt trýst á tann longu nú sperda kalendaran hjá UEFA.