UEFA skal kanna rokið í París

Champions League: Tað var rokaligt uttanfyri leikvøllin, tá Real Madrid vann finaluna leygarkvøldið

Leygarkvøldið vann Real Madrid Champions League finaluna móti Liverpool við einum máli móti ongum. Hetta er 14. ferð, at kongafelagið úr Madrid vinnur steypið og tað er tvær ferðir so oftani, sum AC Milan, ið hevur vunnið tað næstflestar ferðir.

 

Sermerkt við sjálvari finaluni er, at hon er bæði flutt og útsett. Upprunaliga skuldi hon verða í Santa Pætursborg, men bleiv flutt til franska høvðusstaðin, París. Síðani skuldi finalan byrja klokkan 20, men hon kom ikki í gongd fyrr enn klokkan 20.36, tí fleiri áskoðarar ikki komu inn á Stade de France.

 

Tað vóru serliga viðhaldsfólk hjá Liverpool, sum ikki sloppu framat. Millum annað Sky Sports hevur víst myndir av longum bíðirøðum, løgreglufólki, sum sproyta við táragassi, og ófriðarkroppum, sum bæði royndu at sleppa inn og órógvaðu viðhaldsfólkini.

 

Franska stjórnin hevur í dag givið viðhaldsfólkunum hjá Liverpool skyldina, men hetta samsvarar ikki við tær vitnisfrágreiðingarnar, ið viðhaldsfólk hjá bæði Liverpool og Real Madrid hava sagt. Nú boðar UEFA frá, at tað verður gjørd ein óheft kanning.

 

Liverpool hevur í almennunum skrivi, heitt á viðhaldsfólk, um at geva seg til kennar við sínum upplivingum. Liverpool hevur verið partur av tveimum sorgarleikum. Í Hillsborough, har 97 fólk hava latið líva, og Heyel, har 39 fólk doyðu.

 

Liverpool sigur í skrivinum, at felagið ikki vil finna seg í ákærunum frá fronsku stjórnini og løgregluni, um at viðhaldsfólk hjá Liverpool hava nakað við hetta at gera.