Tveir av armensku dómarunum, sum dømdu dystin millum FC Inter Turku og Víking í Europa League, hava nú fingið staðfest sítt lívlanga dómarabann frá UEFA.
Armenska fótbóltssambandið gjørdi skjótt av og gav dómaranum Andranik Arsenyan og hjálpardómaranum, Hovhannes Avagyan, lívlangt dómarabann fyri at hava roynt at ávirkað úrslitið í dystinum millum FC Inter Turku tann 11. juli í ár.
Í gjár staðfesti UEFA Control and Disciplinary Body (CDB) dómin, eftir at hava gjøgnum gingið sakina. Andranik Arsenyan og Hovhannes Avagyan hava viðgingið, at teir royndu at ávirka úrslitið av dystinum, sum endaði við 1-0 sigri til Víking.
Tað var veddingarávaringar skipanin hjá UEFA, Betting Fraud Detection System (BFDS), sum segði frá, at tað vóru óvanliga nógvir pengar settir á at bæði liðini skuldu skora. Tá so dómarin bríkslaði fyri tveimum heldur ivasomum brotsspørkum móti endanum av dystinum, við støðuni 0-0, so kom UEFA upp í málið.
UEFA sigur at enda, at teir fegnast um samarbeiði millum armenska fótbóltssambandið, mynduleikarnar í Armenia og veddingarfyritøkunum í samband við at málið er uppklárað.
Skuldi nakar verið í iva, so hevur Víkingur ongan leiklut í samband við avtalaða spælið.