UEFA umhugsar at taka heimavøllin frá KÍ og NSÍ

Tað eru ábendingar um, at UEFA er í holt við at taka heimavøllin frá teimum føroyskum feløgunum í Evropa í ár

Tað eru ábendingar um, at UEFA er í holt við at taka heimavøllin frá teimum føroyskum feløgunum í Evropa í ár. Sum skilst, so eru samráðingar millum Fótbóltssambandið og UEFA í løtuni.

 

Hetta kemur eftir, at UEFA noktaði HB at hýsa fýraliðs-undankappingini til undankappingina í Champions League. Tá bleiv sagt, at orsøkin er sóttarhaldsreglurnar í Føroyum. Tær siga, at um ein spælari fær koronu, so skal allur hópurin í sóttarhald.

 

Tað hendi í fjør, tá KÍ skuldi spæla móti Slovan Bratislava úr Slovakia. UEFA sigst ætla at taka heimavøllin frá bæði KÍ og NSÍ, sum skulu spæla í UEFA Conference League fyrst í komandi mánaði. Her er ætlanin, at KÍ skal spæla sín fyrsta heimadyst í Evropa við Djúpumýru. Sum støðan er í løtuni, so er vandi fyri at UEFA kemur at taka hendan fyrimunin frá KÍ. KÍ skal spæla móti RFS úr Lettlandi.

 

Somuleiðis NSÍ skal spæla í UEFA Conference League. Teir møta FC Honka úr Finnlandi. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at HB seinni í ár skal spæla í onkrum av teimum evropsku kappingunum – alt eftir hvussu tað gongur í Albania. Her er eisini hugsandi, at HB ikki fær loyvi at spæla í Føroyum.