Tað siga amerikanski forsetin Joe Biden, danski forsætismálaráðharrin Mette Frederiksen, niðurlendski forsætisráðharrin Dick Schoof og ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj í eini felags yvirlýsing.
– Avhendanin av F-16 stríðsflogførunum er ávegis, og ukrainar fara at hava operationell F16-flogfør í summar. Meira fáa vit ikki sagt í løtuni, vegna trygdaratlit, siga leiðararnir í yvirlýsingini
Í hesum døgum er er NATO toppfundur í Washington, og kríggið millum Ukraina og Russland nógv. Ukrainskur limaskapur er ikki á skránni í løtuni, men Jens Stoltenberg, fráfarandi aðalskrivari hevur boðað frá, at Ukraina nærkast NATO-limaskapi.