Ukraina fær fyrstu Leopard 1-stríðsvognarnar í mai

Í gjár vitjaði virkandi danski verjumálaráðharrin Flensburger Fahrzeugbau Gesellschaft, har stríðsvognarnir nú verða gjørdir klárir til hermótið í Ukraina.

Her standa gomlu týsku Leopard 1-stríðsvognarnir, sum nú verða gjørdir klárir til hermótið í Ukraina.

Teir fyrstu Leopard 1-stríðsvognarnir, sum Danmark, Týskland og Niðurlond lata Ukraina, verða klárir at taka í nýtslu í Ukraina í mai.

 

Tað váttar Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharri í Danmark yvirfyri danska TV2.

 

Í gjár vitjaði hann Flensburger Fahrzeugbau Gesellschaft (FFG) í Týsklandi, har stríðsvognarnir nú verða gjørdir klárir at senda á hermótið í Ukraina.

 

- Veitingin fer at fevna um fleiri mánaðir, og teir seinastu stríðsvognarnir fara avstað, tá vit eru komin væl út á heystið, sigur Troels Lund Poulsen.

 

Málið er, at Ukraina skal fáa millum 80 og 90 Leopard 1-stríðsvognar frá Danmark, Týsklandi og Niðurlondum í 2023.

 

##med2##

 

 

 

Her standa gomlu týsku Leopard 1-stríðsvognarnir, sum nú verða gjørdir klárir til hermótið í Ukraina.

Troels Lund .Poulsen, virkandi verjumálaráðharri í Danmark