Ukraina heldur fram við at verja Bakhmut

Leingi hevur ljóðað, at leiguhermenn hjá Wagner-deildini, sum stríðist á russiskari síðu í Ukraina, nærum hava kringsett Bakhmut og soleiðis eisini ukrainsku herdeildirnar, sum verja býin.

Ukrainski herurin er samdur um at halda fram við at verja býin, Bakhmut, sum russar hava roynt at tikið í fleiri mánaðir.

 

Tað sigur ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Leingi hevur ljóðað, at leiguhermenn hjá Wagner-deildini, sum stríðist á russiskari síðu, nærum hava kringsett býin og soleiðis eisini ukrainsku herdeildirnar.

 

Men, nú sigur ein av ráðgevunum hjá ukrainska forsetanum, at ætlanin er ikki at gevast á hendur í býnum, sum í stóran mun er í knúsi.

 

- Vit eru samdir um at halda fram við at verja býin og soleiðis royna at útarma fíggindan, samstundis sum vit byggja nýggjar verjuskansar, um støðan skuldi broytt seg.

 

Tað sigur Mykhaylo Podolyak, sum er skrivari hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

Russland hevur lagt nógv orku í at hertaka Bakhmut, sum liggur í Donetsk-regiónini har eysturi í Ukraina. 

 

Serfrøðingar halda tó ikki, at ein møgulig russsisk hertøka av býnum fer at fáa nakran serligan týdning fyri gongdina í krígnum annars.

 

Fyri russisku innrásina í Ukraina fyri góðum ári síðan, búðu stívliga 70.000 fólk í Bakhmut, men nú eru kanska 4000 sivilfólk eftir í býnum.