Sambært útsøgnum á egnu Telegram-rásini hjá herinum hevur ukrainski herurin rakt ymisk mál við dronum í Russlandi í nátt mánadagin.
Eitt stað er russiska flogstøðin Savasleyka eystan fyri russiska høvuðsstaðin, Moskva. Her sigur ukrainski herurin seg hava rakt tvey flogfør, skrivar tíðindastovan Reuters.
Talan er "helst" um eitt MiG-31 flogfar og eitt Su-30/34 flogfar, upplýsir ukrainski herurin, sambært Reuters.
Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til ukrainsku fráboðanirnar.
Ukrainski herurin skrivar eisini á Telegram, at hann hevur rakt virkið VNIIR í russiska økinum Tsjuvasja. Økið liggur umleið 600 kilometrar í ein útsynning úr Moskva.
Álopið sigst vera framt við ”minst tveimum dronum”, skrivar herurin.
Raksturin varð í stuttum órógvaður orsakað av dronunum, skrivar guvernørurin í økinum, Oleg Nikolayev, á Telegram, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært guvernørinum raktu tvær dronur økið nærhendis VNIIR-virkið.
Oleg Nikolayev legði afturat, sambært AFP, at eingin skaði var. Tað er tó ógreitt, um talan var um skaða á bygningar ella annað.
/Ritzau/