Ukraina hevur framt álop á russiska havnarbýin, Ust-Luga, sum liggur innast í Finsku Víkini, einar 25 kilometrar úr Estlandi.
Tað upplýsir guvernørurin í býnum.
Russiski havnarbýurin er kendur fyri útflutning av eitt nú kunsttøðum, olju og koli, og sambært norska kringvarpinum er býurin álopin fleiri ferðir.
Men, leypa ukrainar á mál í Russlandi, leypa russar næstan hvørja nátt - og í dagslýsi - á Ukraina.
Tvey fólk eru dripin og fleiri enn 20 eru særd í russiskum álopum á Ukraina seinasta samdøgrið.
- Lopið varð á í fleiri ukrainskum regiónum, siga myndugleikarnir í Ukraina.











