Ukraina og Russland hava latið krígsfangar leysar

- Londini hava latið 205 fangar leysar hvør, veit tíðindastovan, Reuters, at siga

Russland og Ukraina hava skift fleiri enn 200 krígsfangar ímillum sín.

 

Tað veit tíðndastovan Reuters at siga í dag. 

 

- Ukraina hevur fingið 205 hermenn heim úr fangaskapi í Russlandi, upplýsir Volodymyr Zelensky, forseti.

 

Á hinari síðuni váttar russiski herurin eisini, at teir hava fingið 205 av sínum hermonnum heim aftur úr Ukraina.