Ársins lesiátaki: Lesigleðin vann

Vinnararnir av Ársins lesiátaki eru funnir. Tað vóru lesibólkurin Lesigleði í Skúlanum á Argjahamri og barnagarðsstovan Víkin Fagra í Býlingshúsinum vesturi á Flat, sum vunnu Ársins lesiátak 2025.

Tíðindaskriv:

 

Aftur í ár hevur Føroyar lesa skipað fyri Ársins lesiátaki. Hetta er annað árið, at skipað er fyri Ársins lesiátaki. Endamálið við at skipa fyri kapping um ársins lesiátak er at varpa ljós á lesing í gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Tað er ein sannroynd, at børn og ung lesa alsamt minni, og sambært lesivanakanningini frá 2018, lesa føroysk ung minni enn ung í grannalondunum. Við at skipa fyri Ársins lesiátaki, vóna vit at venda hesi gongdini.

 

Undirtøkan fyri Ársins lesiátaki var ikki eins stór og í 2024, harafturímóti vóru ársins lesiátøk á sera høgum støði, sum hevur gjørt tað trupult fyri dómsnevndina at velja vinnararnar. Tað er týðiligt fyri dómsnevndina, at nógv orka er løgd í ársins lesiátøk, sum skúlar og stovnar hava arbeitt við kring landið, men tá avtornaði vóru tað tvey átøk, sum áttu munin.

 

Skúlin á Argjahamri hevur hetta skúlaárið skipað fyri lesibólkinum Lesigleði fyri næmingar í miðdeild. Tað, sum er serligt við Lesigleði, er, at lesibólkurin er fyri næmingin og ein vaksnan. Á henda hátt hevur næmingurin lisið bókina heima saman við einum vaksnum úr familjuni, áðrenn tey hava hitst í lesibólki á skúlabókasavninum á Argjahamri. Hetta skúlaárið hevur Lesigleði lisið átta bøkur: Rýmingarnir eftir Ulf Stark, Vafluhjørtu eftir Mariu Parr, Leyvan, gívurin og klædnaskápið eftir C.S. Lewis, Gøtan hjá Gudmundi eftir Stian Hole, Eg sá ein eingil eftir Elina á Rógvi, Fornt eftir Elina á Rógvi, Dóttir Skammarans eftir Lene Kaaberbøl og Ein himmal fullur av skíggjum eftir Arne Svingen.

 

Les eisini: Lesigleði á Argjahamri

 

Í sambandi við lesibólkarnar hava lærararnir bjóðað ein drekkamunn og skipað fyri ymiskum aktivitetum, sum geva lesingini eina aðra dýpd. Tey hava eitt nú kvøðið, skrivað brøv, havt heitan stól, rithøvundavitjan og eina ferð kom ein óvæntaður skeggdreki á vitjan. Lesigleði hevur harafturat havt ta eyka ávirkanina, at mammur at børnum í Lesigleði hava skipað seg í egnan lesibólk.

 

- Vit hava havt so nógvar góðar samrøður um allar bøkurnar, og ofta hava vit sitið nógv longri enn ætlað. Tað er heilt einfalt bara betri at lesa í lesibólki, greiða teir tríggir stigtakararnir frá, Elin Olsen, Guðrið Reinert og Súsanna Holm, sum eru lærarar á Argjahamri.

 

Les eisini: Ein góður barndómur byrjar við góðu bókini

 

Ársins lesiátak fyri dagstovnar fór til Býlingshúsið vesturi á Flat, sum hevur gjørt sær ómak við at skapa karmar um lesing. Víkin Fagra, sum er barnagarðsstova fyri tey elstu børnini á stovninum, saknaði eitt bókasavn á stovninum, og valdi at seta eitt rúm av til egið bókasavn. Saman við børnunum hava starvsfólkini savnað saman bøkur til bókasavnið, og børnini hava verið við til at seta bøkurnar uppá pláss, soleiðis at bøkur til tey yngstu standa niðast, og tær, sum ikki skulu skræðast, standa longst uppi frá gólvinum.

 

Inni á bókasavninum er ein bleyt sofa og á gólvinum ein madrassa til børnini at liggja ella sita á, so tey rættiliga kunnu leggja ella seta seg til rættis við bókunum. Harumframt hava børn og starvsfólk gjørt brúk av pappi, sum annars skuldi tveitast burtur, til at gera ein pall til at fortelja ævintýr. Eisini her hava børnini verið við til tann kreativa partin við at tekna Reyðhettu, úlvin, ommuna og innbúgvið, sum annars hoyrir til ævintýrið. 

 

- Hesi bæði átøkini hava víst seg at verið ein sera góð íløga fyri allan stovnin, tí børn úr hinum stovunum elska at koma inn her at lesa og njóta ein friðarliga løtu. Tá vit áttu tørn til fríggjadagssamlingina, tóku vit søgupallin hjá okkum í brúk og bjóðaðu øllum børnunum at hyggja, meðan vit vaksnu lósu, og børnini spældu leikin. Hini børnini sótu pinnastill og lurtaðu eftir Reyðhettu, greiðir Katrin Bjarnadóttir frá, sum er námsfrøðingur á stovuni.

 

Føroyar lesa takkar fyri øll tey frálíku lesiátøkini frá skúlum og stovnum kring landið og ynskir Skúlanum á Argjahamri og Býlingshúsinum vesturi á Flat hjartaliga til lukku.

 

Í myndasavninum niðanfyri eru myndir frá handanini av Ársins lesiátaki 2025. Jonna Fritsdóttir Mortensen frá Barnaútvarpinum var við til handanina, og til ber at hoyra innsløg frá handanini í Barnaútvarpinum morgin kl. 7.20.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

 

 

Elin Olsen, Guðrið Reinert og Súsanna Holm, stigtakarar av Lesigleði