Ukraina avmarkar streymnýtslu eftir loftálop

Russland framdi í nátt álop á orkuveitingarnar í Ukraina, sigur orkumálaráðharrin.

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Ukraina hevur avmarkað streymnýtsluna eftir eitt russiskt loftálop á orkuveitingina í landinum.

Tað sigur orkumálaráðharrin í Ukraina, Herman Halusjtjenko, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Fíggindin hevur lopið á okkara gass-infrakervi í nátt.

- Í morgun er orkuøki okkara undir áhaldandi álopum, sigur orkumálaráðharrin sambært Reuters.

Avmarkingin av streymnýtsluni er ætlað at fyribyrgja møguligum avleiðingum, verður sagt.

Hvar í landinum russiska álopið fór fram, er ikki nevnt.

Í nátt vórðu ukrainsk álop eisini framd móti hernaðarligum málum inni í Russlandi.

Guvernørurin í suður Saratov-økinum, Roman Busargin, sigur í einum uppslagi á Telegram, at ukrainskar dronur hava elvt til oyðilegging á einum ídnaðarøki í Saratov.

Ein ukrainskur embætismaður sigur við Reuters, at talan er um eitt oljureinsiverk, sum veitir russiska herinum olju.

Russiska verjumálaráðið boðar frá, at Russland í nátt skeyt 40 ukrainskar dronur niður. 18 av dronunum eru skotnar niður í Saratov-landslutinum.

Tað eru skjótt trý ár síðani, at Russland herjaði á Ukraina. Tað hendi 24. februar 2022.

Grundgevingin hjá Russlandi fyri at herja á grannalandið var, at Ukraina hevði tørv á at verða "avnazifiserað".

Harumframt helt Russland, at fólkatalið í tveimum russiskt sinnaðum landspørtum í Donbas-økinum skuldi verjast móti fólkadrápi.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nógv fólk eru deyð í krígnum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil enda kríggið.

Mánakvøldið boðaði Trump frá, at hann skjótt fer at senda eina serliga sendinevnd til Ukraina. Meira nágreiniliga snýr tað seg um Keith Kellogg, sum er serligi sendiharrin hjá USA fyri Russland og Ukraina.

Dagur fyri vitjanina er ikki ásettur enn.

/ritzau/Reuter/

Handout/AFP/Ritzau Scanpix