Tað er ikki óhugsandi, at Ukraina fer at vilja tosa við russar um Krim-hálvoynna, um mótálopið á russisku herdeildirnar har suðuri í Ukraina eydnast.
Tað veit ávísin, Financial Times, at siga í dag.
Andrij Sybiha, sum er næstovastur á skrivstovuni hjá Zelenskyj-forseta, sigur sambært ávísini, at Kyiv er til reiðar at tosa um framtíðina hjá Krim, um ukrainsku herdeildirnar koma til markið til hálvoynna.
Hann leggur tó aftrat, at henda útsøgn kortini ikki merkir, at ukrainar útiloka møguleikanum fyri frígering av Krim.
Sambært Financial Times eru hetta tey greiðastu úttalilsini um áhugan hjá Ukraina fyri samráðingum, síðan friðarsamráðingarnar við Kreml steðgaðu í apríl mánaði í fjør - ella tveir mánaðir eftir russisku innrásina.
Stutt eftir innrásina segði Ukraina seg vera til reiðar at samráðast um Krim, sum russar ólógliga tóku frá Ukraina í 2014. Men, síðan hevur Zelenskyj leingi útilokað nýggjar friðarsamráðingar, so leingi, sum russisku herdeildirnar ikki hava tikið seg úr Ukraina - og eisini av Krim.
##med2##
Ukrainska Krim-hálvoyggin hevur stóran hernaðarligan og symbolskan týdning. Herflotastøðin í Sevastopol á oynni hevur stóran týdning og gevur Russlandi valdið í Svartahavinum.
Krim hevur eisini stóran týdning fyri russisku krígsførsluna í Ukraina, tí hálvoyggin virkar sum goymsla hjá russisku herdeildunum inni á meginlandinum.
Í royndini at verja seg móti russisku álopunum og krígsførsluni, hevur Ukraina fleiri ferðir, síðan Russland leyp á, hótt hersetingarvaldið á Krim, og sagt verður, at her hevur nógvur aktivitetur verið seinastu tíðina.
Krim er eitt vet minni enn Jútland, og her eru stívliga tvær miljónir íbúgvar. Hálvoyggin er væl størri enn alt Ísrael, men Ísrael hevur umleið fimm ferðir so nógvar íbúgvar.
##med3##