Ukrainar fara seint at gloyma russisku innrásina

Ukrainski rithøvundurin, Andrey Kurkov, sigur, at viðurskiftini millum Ukraina og Russland ongantíð verða tey somu aftur.

 

- Vladimir Putin drap russiska mentan og søgu, sigur ukrainski rithøvundin.

Ukrainski rithøvundurin, Andrey Kurkov, og russiski søgufrøðingurin, Nina Khrusjtsjova, eru samd um, at viðurskiftini millum Ukraina og Russland ongantíð verða tey somu aftur.

 

Tað siga tey í einari samrøðu, sum CNN hevur havt við tey bæði. 

 

- Minnini frá seinastu mánaðunum fara at halda okkum atskild. Vit høvdu nógvar felags mentanarverkætlanir fyri innrásina, eitt nú innan filmsheimin. Men, hetta verður ongantíð tað sama aftur, sigur høvundurin, Andrey Kurkov.

 

Hann sigur, at hann skammar seg yvir fyrrverandi samstarvsfelagar, sum nú stuðla russiska forsetanum, Vladimir Putin. Tað verður ongantíð aftur sum fyri innrásina hin 24. februar.

 

- Eg veit ikki, hvat Russland fer at vísa mentanarliga um tíggju ella 20 ár. Vladimir Putin drap russiska mentan og søgu, sigur ukrainski rithøvundin.

 

Ukrainski rithøvundin sigur, at tað gjørdist kalt millum londini bæði, longu tá Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.

 

Russiski søgufrøðingurin, Nina Khrusjtsjova, sigur, at hon er ovfarin av, at Kreml ikki væntaði, at ukrainar fóru at berjast ímóti russiska hersetingarvaldinum.

 

- Eg visti, at um Russland leyp á Ukraina, so fóru ukrainar at stríðast. Vladimir Putin roynir at seta stríðið í ein søguligan samanhang. Men, russisk søga er oyðiløgt, og tað fer at taka nógv ár, áðrenn søgan verður endurbygd í lívinum hjá fólkinum.

 

##med2##

 

Russiski søgufrøðingurin sigur í samrøðu við CNN, at tað, sum er hent seinastu 10 mánaðirnar, er ræðuligt. Ukraina er álopið, og áleyparin er Russland. Hetta fer at merkja tey næstu ára tíggjuni - fyri ikki at siga tey næstu 100 árni.

 

- Tað, sum hendir í Ukraina, knúsar mítt hjarta, sigur russiski søgufrøðingurin, Nina Khrusjtsjova.

 

Lagt verður aftrat í grein, sum Dagbladet í Noregi endurgevur, at Nina Khrusjtsjova er abbadóttir fyrrverandi sovjetleiðaran, Nikita Khrusjtsjov, og hon býr í Moskva.

 

- Eg vóni, at Russland kemur sær burtur úr tí umdømi, sum ikki bara ukrainar hava, men allur heimurin hevur av Russland í løtuni, leggur russiski søgufrøðingurin aftrat.

 

 

 

- Vladimir Putin drap russiska mentan og søgu, sigur ukrainski rithøvundin.

Nina Khrusjtsjova er abbadóttir fyrrverandi sovjetleiðaran, Nikita Khrusjtsjov.