Ukrainar hava lopið á Enerhodar í dag

Tað er stórur vandi fyri, at ein vanlukka kann henda í sambandi við krígsførsluna, sum er so tætt upp at kjarnorkuverkinum í Enerhodar.

Á leiðini, sum kortið vísir, er áin, Dnipro líka sum hermótið millum stríðandi partarnar.

Ukrainskir myndugleikar hava í dag sagt, at herurin hjá teimum hevur bumbað býin, Enerhodar, har nógv umrødda kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, liggur. 

 

Soleiðis, sum kortið oman fyri vísir, eru bæði Enerhodar og kjarnorkuverkið undir russiskum valdi, meðan býurin, Zaporizjzja, sum eisini sæst ovari á myndini, er undir ukrainskum valdi. 

 

Ljósareyði parturin av kortinum vísir, hvar russar hava valdið og hin hvíti parturin vísir, hvar ukrainar framvegis hava valdið. Á leiðini, sum kortið vísir, er áin, Dnipro líka sum hermótið millum stríðandi partarnar.

 

Nógv umrødda kjarnorkuverkið, Zaporizjzja, ber sama navn, sum býurin, ið sæst longur upp í kortinum. 

 

Tað er stórur vandi fyri, at ein vanlukka kann henda í sambandi við krígsførsluna, sum er so tætt upp at kjarnorkuverkinum, og bæði russar og ukrainar geva hvørjum øðrum skyldina fyri at seta verkið og umhvørvið í vanda.

 

Ukrainar siga, at Russland brúkar kjarnorkuverkið sum skjøldur og goymir hernaðarútgerð á verkinum, og russar á hinari síðuni siga, at ukrainar søkja at verkinum. 

 

Í dag framdu ukrainskar herdeildir málrættað álop á býin, Enerhodar, eins og lopið varð á í Kherson-fylkinum, har russiskar deildir eisini hava valdið. 

 

Ukrainski herurin upplýsir í dag, at teir í atsóknunum í dag hava rakt bæði russiskar rakettskipanir og eina lóðurgoymslu. 

 

Meðan alt hetta gongur fyri seg, hava eftirlitsfólk hjá altjóða kjarnorkustovninum, IAEA, verið á kjarnorkuverkinum undir leiðslu av leiðaranum fyri stovnin, Rafael Grossi.

 

Ætlanin hjá IAEA er, at nøkur eftirlitsfólk skulu vera verandi á kjarnorkuverkinum, sum annars verður rikið av ukrainum, tó at tað er russiski herurin, sum hevur ræðið á verkinum og økinum kring verkið.

 

Tað er eitt nú tíðindastovan AFP, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

AFP veit eisini at siga, at ukrainar hava bumbað eina russiska støð í býnum, Enerhodar, og hetta hendi samstundis, sum altjóða eftirlitsfólk eru á kjarnorkuverkinum, sum júst liggur í hesum býnum.

 

 

 

 

 

 

 

Á leiðini, sum kortið vísir, er áin, Dnipro líka sum hermótið millum stríðandi partarnar.