Ukrainski verjumálaráðharrin: F-16 venjing er byrjað

Tað fer at taka í minsta lagi seks mánaðir at venja ukrainskar flogskiparar at brúka F-16 flogfør, sigur verjumálaráðharri.

 

Í dag vitja Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, Flyvestation Skrydstrup. (Arkivfoto). - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Venjingin av ukrainskum flogskiparum at brúka F-16 stríðsflogfør er byrjað, sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Rezenikov.

Hann sigur tó eisini, at tað fer at taka í minsta lagi seks mánaðir og kanska longri.

Boðini koma, eftir at USA hósdagin gav grønt ljós fyri, at donsk og hollendsk F-16 flogfør kunnu sendast til Ukraina.

Reznikov sigur í samrøðu, at seks mánaðir venjing verður mett sum tað minsta fyri flogskiparar, men enn er ógreitt, hvussu langa tíð tað fer at taka at venja verkfrøðingar og mekanikarar.

Ukraina hevur spurt eftir vælumtóktu amerikanskt framleiddu stríðsflogførunum, so teir kunnu taka stríðið upp við Russland í luftini.

– Tì, fyri at byggja upp rímiligar væntanir, havið minst seks mánaðir í tonkunum, men verið ikki vónbrotin, um tað tekur longri tíð, sigur hann á Kanal 24.

Ein amerikanskur embætismaður segði hósdagin, at amerikanska stjórnin fer at lata Danmark og Holland senda F-16 flogfør til Ukraina, so skjótt ukrainskir flogskiparar eru vandi.

Reznikov sigur, at hann ikki fer meira í smálutir um, hvar venjingin fer fram.

Í juli segði táverandi virkandi verjumálaráðharrin í Danmark, Troels Lund Poulsen, at venjing av ukrainaska flogvápninum at n´ýta F-16 stríðsflogfør fór at byrja í Skrydstrup í august.

Hvørs ukrainski verjumálaráðharrin og táverandi virkandi danski verjumálaráðharrin tosa um somu venjing, er ikki greitt.

Í dag vitja Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, Flyvestation Skrydstrup.

Skráin fyri vitjanina á flogstøðini er ikki almannakunngjørd.

/ritzau/Reuters

 


 

 

Í dag vitja Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, Flyvestation Skrydstrup. (Arkivfoto). - Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix