Tey, sum koma inn í Ullarteltið sleppa at fáa gull millum hendurnar við antin at nappa, karða, spinna ella binda. ”Veits tú ikki hvat alt tað vil siga, so er ikki at fella í fátt, tí tað verða køn fólk, sum greiða frá og vegleiða teg í, hvussu tú skalt nappa, halda kørðunum, snara handsnælduni ella bindir beint úr ullini.”, siga fyriskipararnir. ”Ullarteltið verður á tremur við bæði vaskaðari og óvaskaðari ull, so øll kunnu royna sansirnar við at síggja, lukta og nerta við ullina og ikki er neyðugt at hava roynt tað fyrr.”
Ullarteltið verður opið hvønn dag frá kl. 10 til 17 og verkstovurnar, sum varða hálvan tíma hvør, byrja kl. 11.
Hevur ein hug at seta seg eina løtu, so eru borð og stólar í kaffikrókinum í Ullarteltinum, har ein kann keypa sær ein duss við onkrum afturvið. Harafturat verður eitt søluborð standandi frammi við bókum um ull og binding.
##med2##