Ulla Joensen er nýggj forkvinna í KT-felagnum og avloysir sostatt Jan Ziskasen, ið hevur verið formaður síðstu tvey árini. Tað bleiv greitt eftir, at nevndin skipaði seg eftir síðsta aðalfund, ið varð hildin 30. apríl.
Annars var eingin broyting í nevndarsamansetingini. Sambært Vinnuhúsinum só stóðu nevndarlimirnir Jan Ziskasen, Snæbjørn B. Jacobsen og Ólavur Ellefsen fyri vali , meðan Júst í Túni Vang stóð fyri vali sum tiltakslimur.
Øll blivu afturvald og er nevndin sostatt mannað við Jan Ziskasen, Snæbjørni B. Jacobsen, Ullu Joensen, Fróða Magnussen og Ólavi Ellefsen.