Um 100 próstar hittust við Múrin

Einaferð árliga hittast próstarnir í ríkinum. Í ár er hesin fundurin í Føroyum og tosað verður um føroysk viðurskifti og um viðurskifti annars, ið hava týdning. Kirkjumálaráðið er eisini umboðað á ferðini

Tað er ikki á hvørjum degi, at yvir 100 próstar hittast í Føroyum, men í gjár varð lagt afturat kirkjusøguni í Kirkjubø, tí tá hittust hesir við Múrin í Kirkjubø.

Árligi fundurin hjá próstum í danska ríkinum er í ár í Føroyum. Í gjár vitjaði ferðalagið í Kirkjubø. Stutt andakt var í Ólavskirkjuni og Páll Patursson, bóndi, greiddi síðani frá søguliga staðnum.

Tað er ikki eitt lítið ferðalag, ið vitjar í Føroyum. Jakob Hvidt, formaður í Próstafelagnum og próstur í Assens próstadømi og Niels Bjerregaard frá Kirkjumálaráðnum siga, at 112 próstadømi eru í Danmark. So eru Føroyar og Grønland umframt. Nøkur avboð eru á ferðini, men við fólkunum frá Kirkjumálaráðnum telur ferðalagið eini 110 fólk.

Talan er um árligan fund, ið verður hildin ymsastaðir og har høvi er at síggja ymsar kirkjur. Teir fegnast um, at danskir próstar nú hava møguleika at ogna sær vitan um føroysk viðurskifti og at vitja søguliga staðin Kirkjubø.

Jakob Hvidt sigur at talan er um bæði fund, skeið og ferð. Fyrradagin helt Hans Jacob Joensen, bispur, fyrilestur um føroysk viðurskifti. Í dag vitjar ferðalagið í Klaksvík og á Viðareiði.

Fyrradagin vitjaði ferðalagið eisini í Tinganesi, har Signar á Brúnni, landsstýrismaður, greiddi frá politisku ætlanunum á økinum.

Niels Bjerregaard sigur, at nógv tykist broytt, síðani hann vitjaði seinast í 1994. Alt tykist benda meira á sjálvstøðugan bógv og fíggjarliga tykist ganga rætta leið. Húsini eru betri hildin og bilarnir eru fleiri. Hann fegnast um, at próstarnir vitja í Føroyum og fáa at vita um føroysk viðurskifti. Hann nevnir t.d. málið og týdning tess, tí børnini skilja t.d. ikki annað enn móðurmálið, áður enn tey koma í skúlaaldur.


Ikki stríð

Finn Langager Larsen, deildarstjóri í Kirkjumálaráðnum fegnast eisini um ferðina til Føroya. Avgerðin at koma hendaveg er tikin fyri fleiri árum síðani. Hann sigur, at árligi fundurin er liður í skeiðvirksemi, eftirútbúgving og ferð. Hann fegnast um, at leiðin í ár gekk til Føroya, tí so er møguleiki fyri samspæli í kunningini millum donsk og føroysk kirkjulig viðurskifti.

Finn Langager Larsen sigur, at viðvíkjandi kunning so er á skránni t.d. føroyska navnalóggávan og dagføringin av lógunum. Í gjárkvøldið var á skránni fundur, ið Kirkjumálaráðið skipaði fyri og har møguleiki var at seta teimum spurningar.

Eisini Finn Langager Larsen fegnast um ferðina til Føroya og at møguleiki var at vitja í Kirkjubø og fáa holla søguliga frágreiðing.

Á skránni í Føroyum er einki viðvíkjandi stríðnum, ið hevur herjað innan Fólkakirkjuna, men hann sigur, at umgangast kann ikki, at tað verður nevnt. Men annars er meira alment viðvíkjandi arbeiðsøkinum á skránni, umframt at kunnað verður um føroysk viðurskifti.


Stórt ferðalag

Taln er um stórt ferðalag, ið er á vitjan. Tey komu til Kirkjubøar í gjár í 3 bussum. Próstarnir halda til á Hotel Føroyum og fólkini frá Kirkjumálaráðnum á Hotel Hafnia. Fundurin í Føroyum heldur fram til fríggjadagin.