Tólv flogfør og fleiri skip úr Avstralia, USA, Kina, Ný Sælandi, Japan og Suðurkorea eru aftur farin at lerita eftir leivdum av tí malaysiska flogfarinum, sum hvarv tann 8. mars. Í gjár bleiv leitingin avlýst fyri veður.
Leiriøkið er einar 80.000 ferkilometrar stórt og er einar 1.500 fjórðingar í útsynning úr avstralska býnum Perth.
Umframt at leita eftir møguligum vrakpettum royna skipini og flogførini at vita, um tey kunnu fáa tekin frá teimum báðum svørtu kassunum í flogfarinum. Kassarnir senda ávís tekin, sum kunnu hoyrast í einum avmarkaðum umráði.
Battaríini í teimum svørtu kassunum vara 30 dagar, og tað merkir, at teir fara at senda tekin í 11 dagar afturat, skrivar Wall Street Journal.
Annar kassin skrásetir tað, sum verður sagt í stýrihúsinum á flogfarinum, og hin skrásetir ymsar telduupplýsingar. Bæði teir malaysisku myndugleikarnir og avvarandi hjá terimum, sum vóru í flogfarinum, vóna, at kassarnir verða funnir, og at teir kunnu siga, hvat veruliga hendi, tá flogfarið fór so langt av leið og hvarv.
Malaysisku myndugleikarnir søgdu í gjár, at USA hevur útvegað útgerð at leita eftir teimum svørtu kassunum við. Útgerðin er send til Avstralia, men trupulleikin er, at útgerðin verður neyvan á leitistaðnum fyrr enn fyrst í apríl, og tá verður ikki nógv eftir av battaríunum í teimum svørtu kassunum.