Skjótt rennur summarið, og nú liggur heystið fyri framman. Fleygingartíðin eftir lunda, sum vanliga byrjar syftunsøkudag, 2. juli, er nú liðug, og nú stundar nátungatíðin til.
Lítið man vera fleygað av lunda í ár, tí lundin - eins og annar sjófuglur sum livir av nebbasild - gjøgnum mong ár hevur verið so illa fyri. Tó ljóðar tað gleðiliga, at lundin aftur er í vøkstri.
Men, tað er ikki bara lundi og lomvigi, sum hava verið fyri hóttafalli seinnu árini. Nátin er eisini minkaður í tali, tó at tað framvegis er nógv til av hesum fugli, tí stovnurin hevur verið so væl fyri.
Hetta er tíðin, tá nátungarnir á rókini byrja at ressast og hava hug at lyfta sær á í reiðrinum, tí ungin nú er við at gerast floygdur og hevur hug at flúgva egnar leiðir.
Um nakrar dagar er tíð at draga bátin og rigga neystið til nátatøku á sjónum. Eitt sindur ymiskt er, nær nátungin flýgur úr reiðrinum, men longu um einar tvær vikur síggjast teir fyrstu fuglarnir á sjónum.
Nátatøka er framvegis ein veiða, sum fær menn upp úr stólinum - eisini úr skrivstovustólinum - og út á eina spennandi veiðiferð, tá líkindi eru til tess í bestu nátungatíð.