Tá ið børnini fara í skúla aftur í august, verða seks skúlar færri í føroysku fólkaskúlaskipanini, enn tað vóru fyri einum ári síðani.
Í hesum sambandi verða seks smáir bygdarskúlar niðurlagdir nú í summar. Harafturat varð ein skúli niðurlagdur í jólum, so tilsamans eru sjey skúlar niðurlagdir hetta síðsta árið.
Tað er um alt landið at skúlarnir eru farnir at fækkast í tali.
Men harafturímóti verður ein lítil skúli, sum annars hevur verið niðurlagdur, endurstovnaður nú í summar. Tað er skúlin í Stóru Dímun, har eitt skúlabarn verður eftir summarferiuna.
Teir seks skúlarnir, sum verða niðurlagdir eftur summarferiuna í ár, eru:
- Húsavík/Dalur
- Sandvík
- Skúvoy
- Hestur
- Funningur
- Koltur
Annars varð skúlin við Gjógv niðurlagdur á jólum, tí tey trý børnini vildu heldur sleppa í Norðskála/ Oyra Skúla at ganga.
Børnini í Húsavíkar/ Dals skúla vilja heldur sleppa til Sands at ganga í skúla og børnini í Sandvík vilja heldur til Hvalbiar. Men í Skúvoy, Hesti og í Funningi eru skúlarnir niðurlagdir tí at ongi skúlabørn eru.
Í Koltri hevur skúli bara verið hetta síðsta árið, men tey bæði børnini flyta nú inn aftur á meginlandið at halda fram við skúlagondini har.
Gongur strilti
Annars gongur heldur strilti at manna lærarastørvini í teimum heilt smáu skúlunum, serliga við útbúnum lærarum. Starvið í Dímun varð lýst leyst og har vóru tveir umsøkjarar, men báðir tóku umsóknina aftur, so tað starvið er lýst leyst einaferð afturat. Har er so ein umsókn komin, men freistin er ikki farin enn.
Annars er lýst eftir lærara í Mykinesi og í Fugloy og har eru eisini umsóknir. Eitt sindur óvæntað er tað, at fýra umsóknir eru komnir til starvið í Mykinesi og tað hevur ikki verið vanligt og tað er eisini tvær umsóknir til starvið í Fugloy.
Annars varð eisini søkt eftir lærara til Tjørnuvíkar og til Kunoyar og tey størvini eru bæði sett.
Seinastu árini er tað blivið verri at fáa útbúnar lærarar at manna teir smáu skúlarnar, sigur Jenny Lydersen á Mentamálaráðnum. Hon dugir ikki at siga, hví tað var frægari fyri nøkrum fáum árum síðani, men hon heldur, at ein orsøk kann vera, at tað er tórført at fáa heil húski at flyta á útoyggj.
6826 børn
Tá ið næsta skúlaár byrjar mitt í august, verða tað tilsamans 6826 børn í fólkaskúlanum.
Tað vísir eitt fyribils yvirlit, sum mentamálaráðið hevur gjørt.
Talan er um 3539 dreingir og 3287 gentur.
Sum tað sær út í løtuni, verða hesir næmingarnir býttir sundur á 48 skúlar. Av hesum skúlunum hava 20 skúlar fleiri enn 100 børn og 10 skúlar hava færri enn 20 børn.
Í Suðuroy verða tríggir skúlar við færri enn 20 børnum og tað eru skúlin í Sumba, í Hovi og í Fámjin. Í Sandoy er talan um skúlan í Skálavík, í Streymoy er tað skúlin í Haldórsvík, í Eysturoy eru tað skúlin í Oyndafirði og tann í Funningsfirði og í Norðoyggjum er talan um Húsa/Syðradals Skúla og skúlan í Haraldssundi.
Og so er tað eisini skúlin í Stóru Dímun, sum verður endurstovnaður nú.
Eysturskúlin nógv størstur
Av øllum skúlunum í Føroyum er Eysturskúlin nógv tann størsti.
Har verða 503 næmingar eftir summarferiuna.
Annars eru tað eyðvitað skúlarnir í Havn, sum eru nógv teir størstu.
Men skúli, ið stingur seg upp í millum, er Runavíkar Skúli, sum er næststørsti skúli í landinum, har vera 426 næmingar eftir summarferiuna.
Í venjingarskúlanum verða 404 næmingar eftir summarferiuna og í Tórshavnar Kommunuskúla verður næmingatalið 398, í Hoyvíkar skúla verða 377 næmingar og í skúlanum við Løgmannabreyt verða 305 næmingar. Í Klaksvík eru eisini tveir stórir skúlar. Í skúlanum á Ziskatrøð verða 397 næmingar og í spildurnýggja skúlanum við Ósánna verðru næmingatalið 327 næsta skúlaár.
Les eisini greinina "Sjey smáir bygdarskúlar niðurlagdir" og greinina " Niðurleggingar føra til sparingar"