Tann lógin, sum kann geva Tobba trupulleikar, er halgidagslógin.
Henda lógin var sett í gildi í 1923 við kongaligari fyriskipan. Henda fyriskipan setti eftir tilmæli frá Føroya løgtingi í gildi eina danska lóg frá árinum fyri.
Sum so mangar lógir, er henda lógin ikki broytt í nógv ár. Lógin er tí heldur enn ikki merkt av elli, og er ikki sørt skemtilig at lesa.
Fyriskipanin eitur "Anordning... om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen".
Fyriskipanin ásetur, at "Arbejdssysler i eller udenfor Huset, der ved Larm forstyrrer Helligdagens Fred er forbudt". Millum tey tingini, sum eru forboðin heilidagar og grundlógardag eru "offentlige forlystelser eller støjende Øvelser eller Foretagender, derunder Væddeløb og Klapjagt", umframt almennir fundir og annars alt, sum kan órógva.
Tað kann ikki sigast annað enn, at lógin er farin um síðsta søludag. Men tað broytir onki um tann veruleikan, at ein kongalig fyriskipan eftir løgtingsins tilmæli er ein lóg, sum trumfar eitt rundskriv frá UMMS.
Skal landsstýrismaðurin ikki bróta heilidagslógina, so má hann innan grundlógardagin megna at fáa løgtingið at samtykkja eitt ríkislógartilmæli ella eina lógtingslóg, ið avtekur ella broytir galdandi halgidagslóg.
Landsstýrismðurin situr annars bara í sessinum uppá tingsins og løgmans náði. Vit kunnu tí spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki kunnar landsstýrið og tingið ella tingsins mentunarnevnd, áðrenn hann tekur eitt stig, sum hann veit er sera ideologiskt og politiskt viðkvæmt.
Ein annar spurningur er, um landsstýrismaðurin hevur heimild at senda kommunalu skúlunum rundskriv, sum áleggja teimum aðrar frídagar enn teir, sum løgtingið hevur ásett í lóg. Er 1. mai lógliga vorðin frídagur hjá føroyskum skúlabørnum?
Tað næsta kundi verið, at deyðadagur Che Guevara gjørdist frídagur, ella at Jørgen Niclasen ásetti føðingardagin hjá Jóannesi bónda sum frídag umborð á skipum hjá Vaktar og Bjargingartænastuni.