Annað stórmálið snýr seg um at búskapurin er ov heitur.
Hitt stórmálið er, at okkum vantar arbeiðsmegi.
Avleiðingarnar av ovurhitaðum búskapi kenna vit tíverri alt ov væl. Okkum nýtist bert at minnast aftur á 1992, tá ið Føroyar fóru av knóranum. At Føroyar fóru á húsagang í 1992 var ein beinleiðis avleiðing av, at búskapurin í alt ov langa tíð hevði verið ov heitur. So ring er støðan ikki í dag, men tað fer at ganga út yvir nógv fólk, um vit einki gera við hesi bæði stóru mál. Tí tað er ein sannroynd, at í einum upphitaðum búskapi veksur gjógvin millum rík og fátøk.
Ein onnur avleiðing av ovurhitaðum búskapi er, at vinnuni eins og tí almenna tørvar arbeiðsmegi. Tað eru ov fá fólk, ov fáar hendur og ov fá høvd til at loysa allar tær uppgávur, sum leika á í senn í tí heita búskapinum. Øll hjól – bæði almenn og privat - mala við fullari ferð, og tað skal ikki nógv til, áðrenn ketan leypur av. Tað er tí alneyðugt at køla búskapin niður, um man ikki velur at loysa hin trupulleikan, nevniliga at økja um arbeiðsmegina við t.d. at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.
Tá ið man hvørki kølir búskapin niður, og heldur ikki setur tiltøk í verk til tess at økja um arbeiðsmegina, tá kann man siga, at man koyrir við spitaranum í botni, samstundis sum hin fóturin stendur á bremsuni. Ger man tað leingi, er einki at ivast í at bilurin brennur saman.
Sjálvandi eiga vit at taka øll neyðug fyrivarni, tá ið tað snýr seg um at lata tann føroyska arbeiðsmarknaðin upp fyri útlendskari arbeiðsmegi. Hin vegin má man tálma búskaparvøkstrinum, so leingi sum tørvur er á arbeiðsmegi.
Hyggja vit at øllum teimum íløgunum, sum landið og føroysku kommunurnar standa fyri, so stendur rimmarfast, at tað almenna ber alt ov nógv brenni til tann heita búskapin.
Tað hevur altíð verið góður javnaðarpolitikkur, at føra konjunkturtálmandi fíggjar- og búskaparpolitikk. Tá ið lítil ferð er á búskapinum, setur man neyðugar íløgur í gongd, og tá ið nógv ferð er á búskapinum, tekur man ferðina av við at tálma tær almennu íløgurnar. Gera vit tað, so verða bæði skúlar, stovnar og tunnlar bygdir í øllum góðum - og í rættari raðfylgju.
Skulu vit framtíðartryggja føroyska búskapin, og sostatt eisini góð livilíkindi fyri okkara eftirkomarum, er neyðugt at finna aftur á hesa slóðina.