Um bálið eina dapra preriunátt

Ummæli av útgávuni Conversations With Cora hjá bólkinum Drowned Session, sum Atli Brix Kamban stovnaði í 2012. Ummælið stóð á GFRock www.gfrock.dk

Drowned Session er ein dansk-føroyskur folk-rock bólkur, við eini ljóðmynd, ið kann lýsast sum americana av tamdum og autentiskum slag. Conversations With Cora er ein stutt útgáva við bara tveimum løgum – men afturfyri er støðið høgt.


Framúr gott handverk. Tað er nakað av tí fyrsta, eg hugsi eftir at hava hoyrt hesa 7” stakfløguna nakrar ferðir. Ikki handverk í teirri merking, at hetta ikki er list, men handverk í teirri góðu, gomlu útgávuni, har eitt verk er loyst úr lagdi við hondunum, orka, sál og stoltleiki eru løgd í arbeiðið og framleiðsluna – og tú følir tað. Drowned Session arbeiðir við einum sera varligum og minimalistiskum ljóði, stílurin er undirspældur, og tað sterka drama, sum tær báðar skeringarnar fata um, verður ikki pallsett við ógvisligum rørslum, men á ein hátt, sum er darrandi intensur, doyvdur og sakligur. Undir tí hami av kvirrari midnáttar-americana, sum Drowned Session leggur fram, anir ein glóð.

Hvørki tónleikurin ella ljómliðið, við fýra luttakarum, tykist gera nógv hóvastak burtur úr sær, fyrstu ferð ein hoyrir plátuna. Men tú skalt ikki hoyra hana ofta, so letur ein størri heimur seg upp. Tónleikurin er varliga orkestreraður, í ljóðmyndini hava banjo og mandolin yvirvágina, men ikki “front porch redneck banjo”, ljóðførið slær á ein nógv sorgblídnari og meira langtandi tóna, og sorgblídni og longsul seta sín dám á bæði løgini, “Conversation with Cora” og “The Man Who Came Back”.

Sangurin, sum plátan eitur eftir, letur upp við banjo í miðjuni og mælskast, hon sveimar spakuliga í ring rurandi, meðan hini ljóðførini so við við koma uppí. Tónleikur til norðurlendskar nætur, við hesum setningi verður bólkurin Drowned Session umrøddur, men sjálvur haldi eg, at hetta líka so nógv er ljóðið frá eini myrkari amerikanskari preriunátt um tað lítla bálið. Í myrkrinum beint uttan fyri bálglæmuna lúra slangurnar. Tí dramatikkur og ein farri av óhugna dvølja yvir sangunum hjá Drowned Session, sum uttaná tykjast so sinniligir. Gjøgnum Conversation With Cora streymar eitt ólýsiligt, skelvandi og órógvandi huglag.


You have a mean streak inside

I should have known when I first met you

You only think of yourself, you´re completely hollow


syngur oddvitin Atli Brix Kamban, við eini rødd, sum minnir um ein heldur syrgnan Nick Cave, ikki rættiliga so djúp, men hvøss og eitt sindur skroypiligari. Yvir røddini er okkurt heitt, innbjóðandi, lokkandi og kølið og eyðkent. Eyðkent av missi? Tað inniliga í lagnum dýpist og tað dramatiska verður sjónskari, ongantíð ovrásið ella melodramatiskt, men við dámi av sorgblídni og anandi friðloysi.


Why did you even knock on my door?

Do you even know what you are dealing with?

Don´t even try to walk out that door.


Spenningurin og ein blandingur av óhugna og kvirrum vónloysi liggja í slys beint undir yvirflatuni á tí elegant framførda tónleikinum. Hesin torføri kærleikin ... í hesum føri berst tað mær fyri, at okkara frásøgumaður hevur samband við onkra prostitueraða? Hetta hevur í grundini ongan týdning fyri at uppliva lagið, og stemningin sum heild, hetta var bara tann søgan, sum eg helt meg hóma. Hóast stílurin er ógvuliga forteljandi og tú hoyrir tey flestu orðini heilt týðiliga, við tað at Atli er heilt har frammi í ljóðmyndini, so fer mín egni persónligi filmur í gongd. Orðini eru bara íblástur og tilsiping, ikki nakar liðugur svarlisti.

Inngangur til “The Man Who Came Back” er ein skeiv og høggandi violin, sum alt fyri eitt skapar eitt fjálturshuglag, eins og er ikki alt sum tað eigur, ella sum kann lurtarin vænta sær okkurt, sum ikki bara er hugnaligt. Tann órógvandi stemningurin veksur so líðandi, fleiri leysir klangir sveima umkring í blandi, til Atli tekur orðið:


Where are you? Where have you gone?

I left you in an open field

In the dark, somewhere clutching at straws far from home


Alt ruggar ikki rætt, úti á preriuni.

Kenslan av sakni, longsli og missi er nú munin týðiligari bæði í sangi og tónleiki, og yvir báðum er nærvera og ein sannførandi ektað kensla. Frásøgumaðurin kemur til sjóndar nakin og skroypiligur, lagið á tamb valdar støðugt ein kensla av tómleika og einsemi, ongin vinur er hjá uttan tað sloknandi lítla bálið – og teir larmandi tankarnir um Coru (tí eg haldi framvegis alt snýr seg um hana).


Speak to me now

It´s getting dark and cold out here

And I need someone to talk to, someone to keep me warm

All through this night ...


Tað dapra myrkrið hjá Drowned Session er ikki av tí áleypandi, óreina slagnum, heldur dansa tey kjálkadans við náttini og valsa út í myrkrið við kátum eygnabragdi og einum lítlum skálkabrosi, sum stundum tekur at geisa. Tað musikalska bílætið minnir í støðum um Nick Cave, men ikki so tað kenst órógvandi – ella uppgjørt. Meira sum ein kvøða til hin gamla myrkursmeistaran. Styrkin í teimum báðum løgunum, og í universinum hjá Drowned Session sum heild, er ikki tað, at tey eru slóðbrótandi ella tónleikaliga velta ódyrkaðan haga, hetta er djúpan siðbundið og vælkent. Her goymist bara hesin ólýsiligi strongurin, sum ger, at úrslitið ikki er fótatraðk og hvørki kenst lættvunnið ella slitið.

Hetta eru tveir framúrskarandi sangir, hvør á sín hátt, um nakað so gamalt sum kærleika. Ein kærleika av tí hættisliga og, hóast ein ikki kennir ta veruligu søguna aftan fyri sangirnar, ivaleyst deyðadømda slagnum. Ein felagsnevnari í tónleikinum er, eftir mínum tykki, kenslan av at vera sleptur upp á fjall. Er hon rýmd? Er hann rýmdur? Er hann beint nú komin aftur til tað lítla bálið, við blóði á hondunum, eftir at hava jarðað Coru úti í náttini onkustaðni?

Tað er mín vón, at ein heil útgáva við Drowned Session og fleiri søgum av hesum slag kann geva mær eitt svar.


Kodi


Conversation With Cora kom út tann 7. september á tí føroyska plátuforlagnum Tutl, annars finnur tú Drowned Session á Facebook. Ein kann eisini fáa fatur á plátuni m.a. á “itunes” ella “spotify”.



Mynd: Sebastian Niepoort