Fyrireikingarnar til Okkara Tórsfest hava gingið væl, og nú er klárt til stóra brakið í gongugøtuni. Pallarnir eru klárir, og økið er gjørt klárt til at taka ímóti mongu gestunum.
Seinasta samdøgrið hevur verið rokaligt í miðbýnum í Havn, tí fyrireikingar til Tórsfest seta sín dám á býin. Nógv fólk hjálpa til við at seta básar, pallar, ljóðútgerð, trygdarútgerð o.t. upp, men nu er klárt til konsertdagin.
Atlantic Airways hava flogið útlendsku tónleikararnar til Føroya, og teir síðstu útlendsku tónleikararnir eru lendir.
Veðrið sær sera lovandi út, so alt bendir á at karmarnir til Okkara Tórsfest vera framúr góðir, tá bólkar sum Icona Pop, Carpark North, Burak Yeter, Smokie, Danny & The Veetos, Burhan G og onnur fara at framføra tónleik í serflokki.
Enn eru nøkur fá atgongumerki eftir. Tey fáast til keyps í Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillet.fo fyri kr. 595,-. Kunningarstovan er opin í allan dag.