Um SEV málið

Sum nevndarlimur í SEV, vald av Tórshavnar býráð, eri eg noydd at koma við nøkrum viðmerkingum og rættleiðingum til tað, sum hevur verið sagt og skrivað í kjalarvørrinum á mediastuntinum hjá Heðin Mortensen í samband við eykaaðalfund SEVs herfyri, har hann m.a. førdi fram:

at Havnin, sum stórur brúkari, eigur at fáa bíligari streym enn onnur
at tíðin at hækka el-prísin ikki er tann rætta
at hækkingin á 15 oyru/kWh kostar Tórshavnar kommunu 1,7 mill. kr.

Í hølunum á honum er eisini annar býráðslimur í Tórshavnar býráð, og floksfelagi hjá borgarstjóranum, komin við nøkrum viðmerkingum, sum týðiliga bera boð um stórar misskiljingar. Eisini hava m.a. 14 fakfeløg heitt á SEV um at hugsa um løntakaran, áðrenn streymprísurin verður hækkaður.

Lat meg byrja við nøkrum sannroyndum í málinum. Málsøkið verður regulerað av elveitingarlógini, tað er Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sí HYPERLINK "http://www.logir.fo" www.logir.fo. Tað er hendan lógin, ið fyrst og fremst ásetir karmarnar, ið SEV skal virka undir.

SEV kann ikki veita Havnini bíligari streym enn øðrum plássum í landinum, tí sambært elveitingarlógini skal munur ikki gerast á, hvar í landinum brúkarin býr; skipanin byggir nevniliga á ein samhaldsfastan bygnað. Skal Havnin hava bíligari streym enn onnur, er neyðugt at t.d. tey í Suðuroy ella t.d. á smáplássunum rinda ein uppaftur hægri elprís.

At tíðin ikki er tann rætta at leggja fleiri eykagjøld á lønmóttakarin kunnu vit øll verða so hjartans samd um. Men at hesin óhepni veruleiki trokar seg á nú, kunnu vit eina og aleina takka landsmyndugleikunum fyri, tí eftirlitsmyndugleikin hjá landinum hevur áður noktað SEV at hækka prísin lagaliga í stigum, soleiðis sum SEV annars hevur søkt um seinastu 2 árini.

Mær er upplýst, at ein hækking uppá 15 oyru/kWh kostar Tórshavnar kommunu, íroknað Tórshavnar Havn, tilsamans uml. 800.000 kr. fyri 2011, og ikki 1,7 mill. kr. sum borgarstjórin hevur borið fram í fjølmiðlunum.

Sambært elveitingarlógini hevur SEV skyldu til:
at veita øllum streym til samhaldsfastan prís
fíggjarliga at hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur
at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi
at arbeiða fyri, at størst møguligur partur av elframleiðsluni til eina og hvørja tíð er úr varandi orkukeldum

Sambært elveitingarlógini hevur SEV ikki loyvi til at:
leggja pengar til síðis
hava vinning

Tað, sum SEV og kommunurnar sakna, er, at landið hevur ein veruligan orkupolitikk. Gamaní hevur landsstýrið sett ein veðurlagspolitkk út í kortið, men samstundis hevur sama landsstýrið sýtt SEV loyvi til neyðuga príshækking. Seinastu tvey árini hevur SEV roynt at fingið undirtøku fyri hóvligum príshækkingum, men hetta hevur landsmyndugleikin ikki tikið undir við. Nú er hækkingin góðkend av eftirlitsmyndugleikanum sum eitt ráðiligt og neyðugt átak, men kortini verður aftur hall á rakstrinum næsta ár, sjálvt við teirri ætlaðu príshækkingini. SEV hevur ongar aðrar inntøkumøguleikar enn inntøkuna frá sølu av streymi.

Tí sigur tað seg sjálvt, at ikki ber til at náa málinum, ið landsstýriskvinnan í veðurlagsmálum hevur evnað til í stevnuskránni “Veðurlagspolitikkur Føroya - um at skerja útlátið av veðurlagsgassum”. Endamálið er at røkka málinum um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20% fram til ár 2020. Aðalmálið er at gera Føroyar minni tengt at olju og fossilum brennievnum, og at økja munandi um orkuframleiðsluna við varandi orkukeldum. Í álitinum verður eisini sagt, at oljunýtslan til elframleiðslu skal minka við at útbyggja vatnorku og vindorku, og at pumpuskipanir kunnu setast upp við vatnbyrgingarnar. Kostnaðurin fyri hesa útbygging verður mettur til 1,2 mia. kr. Fíggingin at útbyggja elframleiðsluna, so at út við 75% stava frá varandi orkukeldum, krevur lántøku, og leggur álitið hjá landsstýrinum afturat, at brúkarin rindar kostnaðin.

So samanum tikið kann í stuttum sigast, at SEV hevur verið upp ímóti einum landsstýri, sum hevur tvær tungur í sama heysi – tann eina noktar elpríshækkan, og hin sigur, at elframleiðslan skal útbyggjast, sum jú krevur stóra fíggjarorku.

Í fíggjarætlanini 2011 hjá SEV byggir kostnaðurin fyri tilfar, lønir v.m. á neyva prísstýring. Hesir kostnaðir eru mettir neyðugir út frá verandi tænastustøði hjá felagnum. Oljusáttmálin er ein 1 árs sáttmáli, og hann er júst endurnýggjaður eftir kappbjóðing millum fýra feløg. Skal skerast enn meira í útreiðslunum hjá SEV, so gongur hetta út yvir tænastu- og veitingartrygdina – og harvið lækkar góðskan av veitingini frá SEV. Tað skuldi verið óneyðugt at sagt, at hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri bæði vinnulívið og alt samfelagið sum heild.

Avskrivingartíðarskeiðið varð broytt í 2009, soleiðis at avskrivingarnar nú svara til livitíðina hjá rakstrargøgnunum. Hetta samsvarar bæði við myndugleikakrøv og krøv frá grannskoðaranum. Broyttu avskrivingarreglurnar eru sostatt tiknar við í fíggjarætlanina fyri 2011. At skerja í íløgunum munar lítið uppá rakstrarhallið nú, og endamálið við íløgunum í varandi orkukeldur er júst at sleppa undan høgum og sveiggjandi oljuprísum.

Nevndin í SEV er fullvís í, at leiðslan hevur kýtt seg at spara tað í rakstrarútreiðslunum komandi ár, sum er forsvarligt. Tí hava vit eisini tikið undir við uppskotinum um príshækkingina á 15 oyru/kWh.

SEV er ogn hjá føroysku kommununum, og nú eleftirlitsmyndugleikin loksins hevur skilt alvorsstøðuna um alneyðuga tørvin hjá SEV at fáa øktar inntøkur, tykist tað margháttligt, at høvuðseigarin, Tórshavnar kommuna, skal ganga ímóti hesum. Kommunan má tó gera sær púra greitt, áðrenn hon mgl. gongur ímóti eini príshækking, hvørjar avleiðingar hettar kann fáa. Vinnulívið, eins og borgarar í landinum, hava brúk fyri álítandi streymi alt samdøgrið, og hendan veitingartrygdin kemur ikki flótandi á eini fjøl.

Vil man frá landsins myndugleikum lætta um byrðuna hjá fólki í hesum truplu tíðum, kundi landsmyndugleikin farið inn og avtikið mvg ella oljuavgjald á elprísunum; tað hevði verið ein stórur lætti fyri tað einstaka húsarhaldið.

Aðalfundurin er hægsti myndugleikin hjá SEV. Á aðalfundinum møta limakommunurnar, ið hvør hava eina atkvøðu fyri hvørjar 1.000 íbúgvarar. Fyri Tórshavnar kommunu merkir hetta, at borgarstjórin møtir til aðalfundin við 20 atkvøðum í lummanum. SEV fór frá einari skipan við stýri og umboðsráði, til eina partafelagslíknandi skipan við eini 7-manna nevnd, umboðandi kommunustýrislimir.

Millum kommunustýrislimir var undranin stór, tá borgarstjórin í Havn óvæntað boðaði frá, at hann ikki tók undir við eini elpríshækking og á eykaaðalfundi setti fram broytingaruppskot, har heitt varð á nevnd og leiðslu um at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2011. Hesum atkvøddi ein meiriluti fyri, og hava nevnd og leiðsla nú arbeitt við hesum. Men her er eingin vegur uttanum, tí landsmyndugleikin hevur í ov mong ár noktað hækking av elprísinum, sum ætlanin annars var at taka í smáum bitum yvir eitt longri tíðarskeið, og tí er tann beiski veruleikin tíverri nú, at neyðugt er at fremja hesa hækking í einum størri lopi, um felagsskapurin hjá kommununum ikki skal kollsigla.

Felagsskapurin SEV hevur ikki uppiborið at verða brúktur sum politisk kastibløka, ella til politiska profilering; málið er nógv meira álvarsamt enn so – vit skulu hava ljós og aðra elorku hvønn dag, og vit mugu gera okkum leys av oljuni. Tíbetur verður tað granskað nógv í varandi orku, og fleiri framstig verða gjørd á tí økinum. Tí er at vóna, at dagurin, har vit kunnu leggja á annan bógv enn at týna okkara vøkru náttúru við teimum dýrabaru áunum, ikki er so langt burturi.

Og góði Levi Mørk. Tú tekur so munnfimur til í blaðgreinini um, at “SEV - the show must go on”. Men eg vil halda, at tað er so ólukksáliga nógv meira týdningarmikið at “the Flow must go on”. Okkara nútíðarsamfelag kann nevniliga als ikki vera eina trygga og álítandi streymveiting fyri uttan 24 tímar í samdøgrinum og allar dagar í árinum. Tað er fyri at tryggja hesa samhaldsfastu lívæðr í samfelagnum, at SEV-nevndin ábyrgdarfult mælir til hesa neyðugu príshækking, hóast lættast kundi verið at skorað nøkur bílig løtuvinningspoeng við at loypa frá. Ein samhaldsføst, burðardygg og umhvørvisjalig orkuveiting, áttu eisini at ligið tíni javnaðarhugsjón uppá hjartað at virka fyri.

Við varandi orku kvøðu

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi,
og nevndarlimur í SEV fyri Tórshavnar býráð