Um stigmatisering

Læknafakligur depilsleiðari, Tormóður Stórá, tosaði um stigmatisering, tá hann setti altjóða psykiatrindagin í Tórsgøtu mikudagin. Her prenta vit røðuna, sum hann flutti fram.

Eitt av aðalmálunum við at skipa fyri tílíkum tiltøkum sum hesin altjóða psykiatridagurin, er at psykiatriin letur dyrnar upp móti samfelagnum sum eina miðvísa roynd at burturbeina stigmatiseringina, sum sálarsjúk um allan heim verða undirløgd.


Hetta hugtakið, stigmatisering, sum á føroyskum kanska kundi iti ”brennimerkingin”, er í samfelagsvísindini eitt hugtak fyri sosiala avvíkjan, ein avvíkjan í høvuðsheitum negativa vegin. Tann sum víkir av, verður niðurmettur og uppfataður sum minni verdur. Stigmatisering elvir lættligani til útilokan frá felagsskapinum.


Tann, sum verður stigmatiseraður, verður raktur á sítt sjálvsvirði, sína sjálvsfatan og sjálvskenslu og upplivir oftani at verða uttanfyri. Á hendan hátt kemur stigmatiseringin í sær sjálvum at fasthalda fólk í eini atferð, sum víkir frá. Stigmatisering kann hava við sær, at fólk ikki tora at tosa um sína sjúku, av ótta fyri unirmetanini hjá hinum. Stigmatisering snýr seg um hugburð og um virðir, bæði hjá tí einstaka og hjá samfelagnum.


Aftanvert stigmatiseringina liggja nógvar ímyndir og leysasøgur. Kansa ein ímynd um at sálarsjúkur kunnu smitta. Ímyndir um at sálarsjúkur eru tekin um moralska ódygd ella persónligan veikleika. Ella kanska ein ímynd um at fólk við sálarligum sjúkum eru vandamikil og harðlig, fátøk og minni ment. Alt ímyndir, sum eru grundaðar á fávitsku.

Stigmatisering kann hava álvarsligar avleiðingar. Hetta kann forða fólki at søkja sær hjálp, tí tey ikki vilja vera við, at tað er nakað sálarligt, sum er galið við teimum. Ella tað kann forða fólki í at fortelja um sjúkuna til vinir, familju og starvsfelagar


Løgið nokk, so er upprana týdningurin av orðinum stigmatisering ein heilt annar. Stigmata var navnið á merkjunum kristusar likami aftaná krossfestingina – á hondum á fótum, av naglunum og í andlitinum av tornakrúnuni. Søguliga hava vit hoyrt um frásagnir frá trúgvandi fólki, sum óforkláriliga, kundu vísa fram líknandi merkir, og var hetta uppfatað, sum um tey vóru serliga útvald av Gudi.


Stigmatisering er ein av teimu mest álvarsligur forðingunum fyri, at fólk við sálarsjúkum kunnu endurvinna teirra sosiala førleika. Í fyrrárið samtyktu 52 evropeisk lond eina yvirlýsing og eina atgerðarætlan viðvíkjandi sálarheilsu. Heitið er „Mental Health: Facing the challanges, building solutions“.

Yvirlýsingin og atgerðarætlanin er framløgd av Alheims Heilsustovninum WHO. Millum tey punktir, sum verða nenvd í yvirlýsingini er “burturbeinan av stigmatisering og diskriminering”. Hetta er eitt týðandi stig í móti at ábyrgda og venda eygu politikaranna móti sálarligum sjúkum og sosialu avleiðingunum av hesum. Yvirlýsingin strembar eisini eftir eini neyðugari upplating fyri fólk við sálarsjúkum í vanliga samfelagslívið.


Alheims Psykiatarafelagsskapurin WPA framlegði í 1996 eina altjóða ætlan , har endamálið var at niðurberja stigmatisering og diskriminering av fólki ið høvdu skizofreni. Ætlanin hevði heitið ”Open the doors”, og vendi sær serliga móti ávísum málbólkum, sum sum fjølmiðlafólkum, læknum, skúlanæmingum og embætisfólki í almennu umsitingunum.


Tiltakið í dag er eisini í hesum anda, ”Open the doors”, har psykiatriin hevur latið hurðarnar upp og er farin út í býin – ein annan dag skulu vit eisini lata hurðar upp og bjóða samfelagnum inn á gólvið í psykiatriini.


Fjølmiðlarnir hava ein serligan leiklut í stríðnum móti stigmatisering. Fjølmiðlarnir seta oftani skránna, tá tey t.d. leggja dentin á tær vánaligu søgurnar soleiðis at tær góðu søgurnar mugu víkja, - nakað sum í stóran mun er til at styrkja stigmatiseringina av sálarsjúkum. Men miðlarnir standa ikki einsamallir. Bæði tey sum professionelt eru partar av psykiatriini, brúkarar, avvarðandi og felagsskapir hava eina ábyrgd fyri at tryggja eitt breitt alment tjak, so vit saman kunnu hjálpa upp á feilir, ávirka hugburð og geva miðlafólkunum tað neyðugu vitanina.


Atgerðarætlanin hjá WHO nevnir nøkur økir, sum arbeiðast skal við í stríðnum móti stigmatisering og diskriminering.


Tey mest umráðandi eru:

- skapa virksemi, sum er beinleiðis rættað móti stigmatiseringini

- stríðast fyri at sjúklingarættindi og mannarættindi í lóggávu umfata fólk við sálarsjúkum á sama støði sum fólk við øðrum sjúkum

- Fremja møguleikan fyri, at fólk við sálarsjúkum kunnu venda aftur til teirra arbeiði ella at fáa eitt arbeiði

- Tryggja einfaldan veg til psykiatriska hjálp av einum hvørjum slagi

- Stuðla og stimbra fólki at arbeiða við sálarligum heilsuátøkum, t.d. sjálvbodnum felagsskapum


Tað er sjálvandi gott at WHO tekur slík stig, tað er gott at evropeiskar stórnir taka undir við hesum, men hagani kann vera langt til at fáa gjørt nakað munagott við at burturbeina stigmatisering og diskriminering.


Grundleggjandi virðir í arbeiðinum á sálarsjúku økinum eru respekt, fakligheit og ábyrgd. Stigmatisering er í andsøgn til øll hesi virðir. Tað er respektleyst, ósakligt og ábyrgdarleyst at stigmatisera onnur.


Øll stig á leiðini gera mun, og grundleggjandi hugsanin við degnum í dag er at taka eitt slíkt stig. Lata dyr upp, blanda okkum, vísa fram, hyggja, lurta, tjakast - steðga á – og taka fleiri stig á leiðini, hvør sær og saman, sum dagurin í dag, tiltakið her, er tekin um.

Við vón um at vit øll fáa ein góðan seinrapart og gott kvøld her í gøtuni - ávegis onkrastaðni.