Í ?Krosskast?-sendingini mikukvøldið varð tosað um tøl fyri tey trý sjúkrahúsini. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, boðaði frá, at avgerð hennara um niðurskurð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi m.a. var grundað á dokumentarað tøl. Tað er umráðandi, at politiskar avgerðir umframt hugsjónir eisini byggja á holla upplýsing. Hetta skal ikki vera ein støðutakan til konkreta málið, men heldur ein áminning um, at tølini, ið eru til taks, kunnu vera ógvuliga svikalig.
Fyri nøkrum árum síðani - fyrst í nítiárunum - vórðu tey tíðindi borin í Degi og Viku, at av teimum trimum sjúkrahúsunum var tað nógv, nógv dýrast at vaska klæði í Klaksvík. Landssjúkrahúsið vaskaði bíligast, síðani - og væl dýrari - Suðuroyar Sjúkrahús, og langt aftast Klaksvíkar Sjúkrahús. Hesar tal-upplýsingar vóru høvuðsgrundin til eina konkreta ætlan um at leggja niður vaskaríið og flyta vaskingina til Landssjúkrahúsið ella til eitt privat vaskarí. Hetta hevði verið eitt greitt minus fyri sjúkrahúsið, umframt at fimm fólk (uml. trý fulltíðarstørv) høvdu mist sína inntøku.
Lutfallið var so ógvusligt, at leiðslan á vaskarínum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kundi ikki liva við tí. Í hesum sambandi varð heitt á undirritaða um at fara ígjøgnum tølini. Hendan kanningin vísti, at tølini fyri vaskað klæðnanøgd pr. útgoldna krónu vóru als ikki eftirfarandi. Og verri enn so. Tølini vóru fullkomuliga burturvið! Vaskaríið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var í øllum førum eins produktivt og hini bæði sjúkrahús-vaskaríini. Kanningin vísti eisini, at vóru fortreytirnar á Klaksvíks-vaskarínum tær somu sum tær á Landssjúkrahúsinum, so var Klaksvíks-vaskaríið tað vaskaríið, sum vaskaði nógv størstu nøgdina pr. útgoldna krónu!
Kanningin - 15-20 síður - var send løgtingsins fíggjarnevnd, sum tá viðgjørdi fíggjarlógina fyri árið, ið var framman. Upprunaligu upplýsingarnar um vaskikostnaðin vórðu - sum vera man - tiknar í alstórum álvara, og tí var niðurlegging av vaskarínum umhugsað. Men eftir at fíggjarnevndini hevði sæð tølini í kanningini - partvís rættað, partvís í røttum høpi - hoyrdist ongantíð aftur um nakra niðurlegging.
Hendan áminning kann vónandi vera landsstýriskvinnuni ein hent áminning, nú ivi er sáddur um tal-grundarlagið fyri hennara avgerð.
Vinarliga
Ólavur Waag Høgnesen