Mezzocorona, Italia: Einki er at ivast í, at hálvfinalan hjá føroyska hondbóltslandsliðnum móti Finnlandi verður ein av dystunum, sum hjá øllum leikarnum fer at vera í minninum í allar ævir.
Finnland vóru greiðir favorittar undan dystinum. Tað var nokk eingin, sum ivaðist í tí, men føroyska liðið hevði gjørt sítt fyrireikingararbeiði til lítar.
Fyrst høvdu øll verið í høllini, tá Finnland og Italia leiktu sínamillum dyst í bólkaspælinum, og hóast leikferðin her tóktist ræðandi, so tókitst uppgávan ikki heilt vónleys.
Fantastiskur sigur
Og í øllum førum høvdu okkara gott mót, tá tær fóru undir hálvfinaluna. Tær megnaðu í stóran mun at fylgja finnlendingunum í leikferðini, og við einari fantastiskari Gunnleyg Berg inni á strikuni feingu vit ferð eftir ferð strítt okkum ígjøgnum verjuna, so talan antin gjørdist um mál ella brotskast.
Saman við Gunnleyg var Joan M. Djordjevic stóri føroyski leikarin fyrstu løtuna, men fyri hana fekk hetta ein bráðan enda, tá hon púra einsamøl traðkaði heilt skeivt á fótin, so hesin varð keiktur.
Men føroyska liðið treiskaðist. Tær vunnu seg framum undan steðginum, og hóast Finnland ta einu løtuna eftir steðgin skoraði fimm ferðir á rað, so svaraðu okkara aftur.
Fríða Petersen stóð ein kanón-dyst í málinum, eftir at hon loysti Helenu av, og í álopspartinum tóktust Simona og serliga Katrin av hava innstillað kanónina so klokkureint, at veit hvørja tí einastu ferð megnaðu at svara aftur, tá tað eydnaðist Finnlandi at skora.
Umdystur mátti til ? Og eftir hetta enn ein umdystur, har einki var avgjørt, fyrr enn Finnland við 20 sekundum eftir misnýttu brotskast. Jú dramatikkurin var í hásætinum, og hóast føroysku kvinnurnar neyvan orkaðu at standa á beinunum, so mundu jubelscenurnar við vøllin nærum ongan enda taka. Føroyar í finaluni, og tað við manér.
Hálvfinalan í tølum
Føroyar Finnland 31-30
Vanligur dystur 25-25 (13-11)
Fyrri umdystur 28-28 (25-26)
Seinni umdystur 31-30 (30-28)
Føroyskir málskjúttar: Katrin á Neystabø 8(2), Joan M. Djordjevic 5(4), Annika Ljósstein 5, Simona Hansen 4(1), Gunnleyg Berg 3, Gurið Mortensen 1, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1, Bára S. Klakstein 1
Føroysk brotskøst: Joan M. Djordjevic 4/4, Katrin á Neystabø 3/2, Simona Hansen 1/1, Gunnleyg Berg 1/0
Finsk brotskøst: 3/1
Føroyskar útvísingar: Gunnleyg Berg, Bára Skaale Klakstein
Finskar útvísingar: 4