Nú royni eg meg aftur, og sjálvt um eg ikki mærvitandi eri í slekt við sjálvan Nostradamus, hevði eg rætt. Tað hevði ein og hvørt havt, ið ikki var bæði deyvur og blindur, bara hann vildi.
Ein av »De Hellige
Tre Konger«
Tjóðveldisfloksins!
Endiliga! Nú traðkaði ein av kongunum í Tjóðveldisflokkinum út av »brúnni« og lúkst útí. Ella kanska hann skreiddi út av í tí sera knappu stýriborðsvending í telefonprátinum við ein »(møguligan tjóðveldis)«-veljara.
Hálir hava tjóðveldismenn flest allir tíðir verið, men at selja seg til fólkafloksmammon og tveita tað sindrið av sosiala og demokratiska stevnumiði av »brúnni í bakborð« fyri tjóðveldishugsjónini, tað var skelkandi. Man kundi hugsað sær orsøkina til hesa høgravending, nevniliga, at vit helst ikki hava ráð til at vera hvørki sosial ella demokratisk eftir at vit hava loyst, serliga tá ein í sjónvarpinum hoyrdi ein annan av (eks? -) tjóðveldiskongunum siga seg »ongan kommentar« búskaparliga at hava til væntandi økta talið av pensionistum í Føroyum.
So til henda skemtiliga, men tó so undarliga pástand um, at blokkurin mest sum óskerdur fer aftur í statskassan. Er tað ikki fyri læntan pening vit gjalda aftur fyri? Um so er kundu pengarnir eins væl farið til lán í Deutsche Bank, tí at lán eru lán og skulu gjaldast aftur, eisini eftir at vit hava loyst. So henda pening mugu vit av við, leys ella ikki.
So, góðu tjóðveldisveljarar kring Føroya land: vilja tit hava eina høgrasinnaða, ósosiala, ódemokratiska fólkafloksloysing við donskum kongi ella danskari drotning, ja, so veljið tit fleiri tjóðveldiskongar, kanska eisini eina drotning, sum so, saman við teimum mongu fólkaflokskongunum kunnu sera krúnuna á verkið.
Napolion Magnussen,
Miðvágur
P.S.: Hoyrdi tingmannin Jørgin systkinabarnið siga, at tað var gott, at ongin sosialistur var endaður úti í landsstýrinum. Eg hopi bara, at systkinabarnið hevur ein klausul í samgonguskjalinum, sum vit ikki hava sæð enn, sum lovar okkum tað fasta sambandið alt fyri eitt, tí tað lovaði hann á valfundunum har vesturi, annars sleit hann samgonguna. Tað atkvøða sosialistarnir í øllum førum fyri, um tað ikki bara er ein »grunnur« fyri at bjarga eini samgongu afturat.