Umbiðja grundstykki í góðari tíð

At fólkatalið í Nes kommunu veksur, setir krøv til eitt nú tørvin á grundstykkjum og bústaðarmøguleikum annars.

At fólkatalið í Nes kommunu veksur, setir krøv til eitt nú tørvin á grundstykkjum og bústaðarmøguleikum annars. Hetta setir eisini krøv til stovnsøkið, har neyðugt eisini verður at veksa um barnagarðin.

 

Í endanum av 2013 búðu 1212 fólk í Nes kommunu, og herfyri fór fólkatalið um tey 1300. Nógv nýggj sethús eru bygd, og nú er neyðugt við nýggjum útstykkingum, tó at onkur grundstykki enn eru eftir.

 

Av teimum 24 grundstykkjunum, sum eru við Lýarsveg, er bert eitt grundstykki eftir, sum ikki er selt. Á Gadd, har fleiri hús eru komin upp seinnu árini, eru enn onkur grundstykki eftir.

 

Í løtuni er Nes kommuna í holt við nýggjar útstykkingar. Hin eina verður norður úr nýggju húsunum hjá Halduri Vang, norðalaga á Gaddavegnum. Her er Nes kommuna í løtuni í holt við at keypa lendið.

 

Ætlandi verða eini 8-9 grundstykki við í hesi útstykking, harav tey seks longu eru umbiðin.

 

Nes kommuna arbeiðir í løtuni eisini við einari nýggjari útstykking Undir Høganesi. Her verða ætlandi eini 10-15 grundstykki, harav átta longu hava teknað seg til tey stykkini.

 

Í løtuni arbeiða tey í Nes kommunu við at keypa lendið til hesar báðar útstykkingarnar, samstundis sum arbeitt verður við projektering.

 

Samstundis, sum kommunan roynir at útvega nýggj byggiøki, arbeiða Bústaðir eisini við einari verkætlan á Toftum, har 16 til 20 íbúðir ætlandi skulu byggjast Á Kneysum á einum øki, sum kommunan eigur.