Umboðar Føroya løgting føroysku fólkasálina?

Ólavur Petersen
----

Eg eri hvørja ferð takksamur fyri at vera føroyingur, tá ein av okkara ikki er at síggj­ast millum okkum longur, hvussu menn tveita alt frá sær fyri at leita eftur tí burt­urblivna.
Nú vísir tað seg, at henda um­sorgan og samkensla ikki er galdandi við fólki av fremmandum blóði, sum sigla og virka undir føroyska flagginum.
Henda vanvirðing av mann­­inum sum fórst og teim­um, sum eftir vóru um­borð á Anitu, er av slíkum slagi, at hon skjótt kann smitta tað allarheilagasta í før­oysku fólkasálini.
Skamm skulu tit løg­tingslimir hava fyri, at tit brúka hesa vanlukku at profilera tykkum sjálvi.
Eg vil ikki klóka meg uppá um lóggávan er nøktandi á økinum, men alt skal og kann ikki vera jura.
Ein óvanligur atburður skal hava svar av hægsta staði: Løgtinginum.
Føroya løgting átti at givið reiðarínum hjá Anitu harraboð um at fáa fiskireið­ska­pin innanbora og koma í havn at standa til svars fyri avvarðandi myndugleikum.