Umboðsmaðurin hevur verið gagnligur

Jacob Vestergaard, framsøgumaður Fólkafloksins, helt, at Umboðsmaðurin hevur beint fyrisitingina á rætta leið

Løgtingsins Umboðsmaður hevur verið gagnligur fyri føroyska fyristingina og hevur verið við til at beina fyristingina inn á rætta leið.

 

Jacob Vestergaard, Fólakflokkurin, fanst at tí, sum Hergeir Nielsen, táaverandi løgtingsformaður, segði um umboðsmannin og avgerðir hansara, tá ið Umboðsmaðurin helt 10 ára føðingardag.

 

- Umboðsmaðurin er ikki ein dómstólur, so hann skal vera varin við, hvat hann ger, segði tingmaðurin. Hann vísti til sokallaða grannskoðaramálið.

 

Jacob Vestergaard vísti eisini til málið um eina makrelkunngerð. Niðurstøðan til eitt mál frá 2012 kom í 2014. Hann helt, at avgreiðslutíðin var alt ov long. Eisini vísti hann á, at hann var kærdur fyri ikki at vilja tosa við ein ávísan journalist í sjónvarpinum. Avgerðin kom hálvtannað ár seinni.

 

- Hinvegin skal Løgtingið savnað seg um Umboðsmannin, tí tað er ein gagnligur stovnur, segði Jacob Vestergaard.