John Rødgård vann talvið ímóti Heina Olsen í síðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi, og tí kom at standa á jøvnum teirra millum í oddanum í landsliðsbólkinum.
Fluttir vórðu 56 leikir, og talvið vardi í seks tímar. John, sum hevði svarta fólkið, fekk ein fyrimun í endatalvinum, eftir at støðan hevði verið rættiliga jøvn, og honum eydnaðist at gagnnyta fyrimunin til fulnar.
Úrslitið ber í sær, at umdystur verður millum teir báðar seinni. Nær hesin umdystur verður er í løtuni óvist, men helst verður tað einaferð í summar.